Við nýggju inntøkuuppgerðini, ið fevnir um árið 2013, setur Hagstovan fimta árið á rað ljós á inntøkuviðurskiftini hjá føroyingum við hagtalsmátum eftir altjóða leisti.
Við hesum mátum fæst ein mynd av nýtslumøguleikunum hjá einstaka føroyinginum. Eitt nú verður sett tal á, hvussu nógv eru undir ávísum inntøkumarki. Eisini siga mátini okkum, hvussu javnt ella ójavnt býtið í nýtslumøguleikum er millum fólkið í landinum.
Í hesi grein verður tikið samanum fyri árið 2013, og samanburður gjørdur við undanfarin ár og onnur lond. Meira greinaðar upplýsningar um hesi mát, m.a. viðvíkjandi húskisbólkum, aldri, kyni og økjum, finnast í hagtalsgrunninum her.
10,3% av føroyingum í fátækraváða í 2013
At verða í fátækraváða (á enskum nevnt ???at-risk-of-poverty???) er at hava eina so mikið lága inntøku, at hon er undir 60% av mið-javnvirðisinntøkuni (medianini) fyri allar borgarar í landinum. Sí meiraher um hvussu javnvirðisinntøkan er roknað, og um hvat fátækraváði er.
4.829 føroyingar høvdu í 2013 eina inntøku, ið var so lág, at tey vóru í fátækraváða. Hetta svarar til 10,3% av øllum. Í 2012 vóru tey 4.705, svarandi til 10,0%, og í 2011 vóru tey 4.227, svarandi til 9%. Vøksturin frá 2012 til 2013 er einans í teim eldru aldursbólkunum, serliga pensjonistum.
Fyrsta árið hetta mát varð gjørt fyri Føroyar í 2009, var prosentparturin í Føroyum tann lægsti í Norðurlondum, men í 2013 er Ísland tað norðurlandið, har fækst liva í fátækraváða, og Føroyar hava næstlægsta partin av fólkinum í fátækraváða. Svøríki og Danmark eru tey Norðurlond í 2013 við flest borgarum í fátækraváða ??? ávikavist 14,8 og 12,3%.
Gloppið millum inntøku og váðamark
Eitt mát at lýsa tey sum liggja undir markinum fyri fátækraváða er sonevnda inntøkugloppið (Poverty Gap).
Tað er gloppið frá markinum fyri fátækraváða niður til miðinntøkuna hjá øllum teimum, sum liggja undir fátækramarkinum. Jú størri hetta gloppið er, jú fleiri liggja langt undir markinum fyri fátækraváða.
Í Føroyum var inntøkugloppið 11,9 í 2013. Tað vil siga, at miðinntøkan hjá borgarum í fátækraváða lá 11,7% undir fátækramarkinum.
Samanborið við grannalondini var inntøkugloppið nógv minst í Føroyum. Av Norðurlondum er gloppið størst í Danmark. Við øðrum orðum: tey sum vóru undir fátækramarkinum í 2013 í Føroyum lógu væl tættari uppi undir markinum enn í hinum Norðurlondunum.
Markið fyri fátækraváða 2013
Í Føroyum var markið fyri, nær ein persónur var í fátækraváða í 2013, roknað til 128.088 kr í javnvirðisinntøku. Hetta svarar til tøku inntøkuna, sum ein stakur persónur skuldi hava, fyri ikki at fella undir markið fyri fátækraváða. Eru fleiri persónar í húskinum, broytast mørkini fyri, nær persónarnir í húskinum eru í fátækraváða ??? sí hvussu roknað verður her.
Lívsgongdin hjá teimum flestu er soleiðis, at inntøkan kann sveiggja munandi. Til dømis kunnu fólk í útbúgving hava lága inntøku, og eftir lokna útbúgving veksur inntøkan. Somuleiðis minkar inntøkan ofta, tá fólk gevast á arbeiðsmarknaðinum. Eitt skifti í arbeiðsloysi og sjúka, sum hevur við sær minni arbeiðsvirkni ávirkar sjálvandi eisini inntøkuna, og soleiðis kunnu nógv viðurskiftir í livinum hava við sær eina tíð við lágari inntøku.
1.823 fólk í fátækraváða trý ár á rað
Hyggja vit eftir gongdini seinastu trý uppgjørdu árini og somuleiðis eftir fimm tey seinastu uppgjørdu árini ??? sí talvur niðanfyri - vóru ávikavist 1.823 og 941 fólk, sum øll árini hava verið í fátækraváða, tvs. høvdu eina inntøku, sum lá undir roknaða fátækramarkinum øll árini. Størsti parturin av teimum vóru yvir 67 ár. Næst størsti bólkurin var millum 0 og 17 ár. Mett verður vanliga, at persónar, sum trý til fimm ár á rað hava eina inntøku undir markinum, er talan ikki einans um fátækraváða, men um veruligt fátækradømi í mun til restina av fólkinum.
Viðmerkjast skal, at hagtalskanningin av inntøkuviðurskiftunum hjá føroyingum fevnir um umleið 47 tús. fólk øll árini.
??javnin lítil í Føroyum samanborin við onnur lond ??? men vaksandi
Tvey mát fyri, hvussu javnt inntøkurnar eru býttar, eru Gini-vísitalið og Fimtingslutfallið. Gini-talið kann liggja millum 0 og 100. Er Gini-vísitalið 0, eru allar inntøkur býttar púra javnt. Jú hægri Gini-talið er, jú ójavnari eru inntøkurnar býttar.
Fimtingslutfallið vísir, hvussu nógv ríkasti fimtiparturin ræður yvir, samanborið við tann fátækasta fimtapartin. At fimtingslutfallið er t.d. 3 merkir, at inntøkan hjá ríkasta fimtapartinum av fólkinum er 3 ferðir so stór sum hjá fátækasta fimtapartinum.
Bæði hesi mát vísa, at ójavnin í Føroyum fyri 2013 er tann minsti í Norðurlondum. Í 2013 eru Føroyar áleið sama støði sum Noreg og hava saman við teimun tað javnasta inntøkubýtið í Norðurlondum. Viðmerkjast skal, at Norðurlond liggja í lægra endanum tá talan er um inntøkuójavna, tá samanborið verður við onnur lond.
Gini-talið fyri Føroyar er farið frá 19,3 í 2009 til 22,7 í 2013 og fimtingslutfallið úr 2,7 í 2009 upp í 3,2 í 2013.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald