Mentan

Innstillað prest í Norðstreymoy

...

2015-02-28 15:01 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Á felags kirkjuráðsfundi í Norðstreymoyar prestagjaldi í gjárkvøldið hin 27. februar 2015, innstillaðu kirkjuráðini Mariu Jørðdal Niclasen í kallið sum sóknarprestur.


Tað er landsstýrismaður, ið endaliga tekur støðu til innstillingina og setir ein sóknarprest í embætið.

Eftir ætlan skipar Uni Næs dómpróstur komandi sóknarprestin við bústaði á Kirkjuteigi í embætið við gudstænastu í Kvívíkar kirkju 22. mars kl. 17,00.

Prestagjaldið fevnir um átta kirkjusóknir: Tjørnuvík, Haldórsvík, Hvalvík, Saksun, Hósvík, Kollafjørð, Kvívík og Vestmanna.

5 umsóknir vóru til embætið, tað skrivar www.folkakirkjan.fo



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder