Fyrra hálvár hava vit innflutt fyri 300 mió. kr. minni enn í fjør. Tað er ein minking á 11%.
Tað eru serliga í trimum bólkum, at minkingin er stór.
Í bólkinum maskinur og amboð er minkingin 37% ella 142 mió. Í fjør komu fleiri vindmyllur til landið, so tað er helst ein partur av orsøkini til minkingina.
Tað er eisini stór minking í bólkinum brennievni. Her er tað oljuprísurin, sum er høvuðsorsøkin.
Triðji bólkurin er skip og flogfør, har tað ikki hevur verði nakar serligur innflutningur í ár, bert 18 mió. móti 121 mió. í fjør.
Innflutningurin av tilfari til byggivinnuna og annan ídnað minkar eisini eitt sindur, men her er minkingin ávikavist 1 og 2 %.
Tað er vøkstur í innflutningi av rávøru til fiskavirking, og tað eru eisini innflutt fleiri akfør í ár samanborið við fyrra hálvár í fjør.
Innflutningurin til beinleiðis húsarhaldsnýtslu er áleið tann sami sum í fjør.
Innflutningurin er dagførdur og útgreinaður í hagtalsgrunninum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald