2016-07-18 08:01
Fimm teir fyrstu mánaðirnar í ár er virðið av innflutninginum, uttan skip, vaksin 9%. Størsti vøksturin er í maskinum og amboðum. Sama tíðarskeið vaks virðið av útflutninginum, uttan skip, 14%. Her var størsti vøksturin í alifiski.
Í nøgd minkaði útflutningurin av fiskavørum tó við 13%. Størsta minkingin var í uppsjóvarfiski við 36 mió. kr. ella 34%.
??tgreinað og dagførd hagtøl um útflutningin og innflutningin eru at finna í hagtalsgrunninum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald