JN

Innbrot í matvøruhandil í Havn uppklárað

...

2015-01-29 19:52 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Løgreglan: Mikudagin, tann 28. januar kl. 08:54, fekk politiið fráboðan um, at innbrot hevði verið í einum matvøruhandli í Havn.

Kanningar á staðnum vístu, at innbrotið var framt umleið kl. 02:30. Tjóvarnir høvdu stolið 12.000 kr og umleið 5 túsund sigarettir. Vakmyndatól í handlinum vísti, at talan var um 2 persónar, ið høvdu framt innbrotið.

Umleið kl. 0200 í nátt, steðgaði ein politipatrulja einum bili, sum koyrdi runt í Havnini. Í bilinum vóru 3 ung fólk. Politistarnir fingu skjótt illgruna um, at hetta møguliga var talan um tjóvarnar og tóku tveir 18 ára gamlar menn við á politistøðina til nærri avhoyringar.

Teir viðgingu seg sekar og greiddu frá hvar teir høvdu goymt pengarnar og sigarettirnar og eftir eina húsarannsókn hjá teimum báðum fann politiið nakað av tjóvagóðsinum. Ein kassi við sigarettum og pengum, sum teir høvdu goymt aðrastaðni bleiv eisini funnin, og sostatt er nærum alt tjóvagóðsið funnið aftur.

Teir báðir mennirnir eru avhoyrdir og skuldsettir fyri innbrotið og eru leyslatnir. Teir vóru ikki kendir av politinum frammanundan.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder