2015-08-21 15:54
Løgreglan: Mikudagin 16. august kl. 11.30 varð fráboðað, at innbrot hevði verið í kirkjuni í Tjørnuvík.
Brotsmaðurin hevði knúst ein rút í sprossavindeyganum norðanvert í durðinum, avhaspa kramparnar og kropin inn. Lásið á messing bússini, ið hekk á vegginum í gongini, var brotið av og bússan tømd fyri tann pening, ið góð fólk hava lagt í har.Politiið er áhuga í at vita, um nakar hevur sæð ella hoyrt nakað illgrunavert í tíðini innan fráboðanina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald