Hervið verður bjóðað til alment hátíðarhald í miðbýnum í Klaksvík týsdagin 28. oktober kl. 10:00, har spakin verður settur í fyrstu byggingina í hjartanum av nýggja miðbýnum í Klaksvík.Fyrsta byggingin í hjartanum av miðbýnum í Klaksvík verður nú veruleiki
Bústaðir og Klaksvíkar kommuna hava seinastu tíðina samráðst um eina byggiverkætlan í sjálvum hjartanum av miðbýnum í Klaksvík, sum fevnir um bygging av íbúðum, og har veghæddin verður løgd av til alment, útatvent virksemi.
Eftir drúgvar og konstruktivar samráðingar millum Bústaðir og Klaksvíkar kommunu er nú borið á mál við hesi spennandi verkætlan, so Biskupstorgið nú kann gerast veruleiki í tráð við løgdu miðbýarætlanina. Eftir ætlan verður bústaðaparturin fyriskipaður í einum samstarvi millum Bústaðir og P/F Tryggingarfelagið LÍV samtakið.
Tað eru umleið tríati ár síðan, at fyrsta miðbýarætlanin fyri Klaksvík varð samtykt, so talan er veruliga um eitt søguligt gjøgnumbrot.
Heilsutrygd, Barnaverndin, NR, Sernám og Gigni undir eitt tak
Í samband við keypið av Posthúsbygninginum, sum skal út- og umbyggjast til mentanarhús, bant Klaksvíkar kommuna seg til at útvega hóskandi hølir til Heilsutrygd.
Tá ið bygningurin hjá BankNordik, sum liggur sera væl og mitt í býnum, varð lýstur til sølu, kannaði býráðsumsitingin møguleikarnar fyri at nýta hann til virksemið hjá Heilsutrygd. Samstundis lat hetta upp fyri fyri at samansjóða eina felags hølisloysn í hesum bygningi fyri Heilsutrygd og nøkrum av deildunum, sum kommunan varðar av. Ein flyting av Barnaverndini, Námsfrøðiligu Ráðgevingini, Sernámi og Gigni undir somu lon gevur grundarlag fyri einum enn betri fakligum umhvørvi fyri starvsfólkini og harvið eisini betri tænastum til borgararnar.
Felagið Christian í Grótinum hevur ætlanir um at keypa bygningin frá BankNordik. Klaksvíkar kommuna hevur gjørt leiguavtalu við Christian í Grótinum við tí endamáli at tryggja virksemið hjá Heilsutrygd, Barnaverndini, Námsfrøðiligu Ráðgevingini, Sernámi og Gigni. Avtalur eru gjørdar við hesar deildir og stovnar, sum við hesum fáa eina varandi, nútíðar hølisloysn.
BankNordik byggir sær nýtt sæti í miðbýnum í Klaksvík
Í sambandi við, at BankNordik selir verandi bankabygning, hevur bankin tikið avgerð um at flyta sítt sæti her í økinum oman í sjálvan miðbýin í Klaksvík, har nýggi bygningurin eftir ætlan verður partur av Biskupstorginum. ??tlanin um sølu og bygging er tó treytað av, at øll formlig viðurskifti fáast upp á pláss. Nýggi bankabygningurin er ein partur av ætlanum bankans um at verða ein sjónligur og virkin viðleikari í økinum.
Sostatt er her talan um fleiri aktørar ??? Bústaðir, P/F Tryggingarfelagið LÍV samtakið, Heilsutrygd, BankNordik, Christian í Grótinum og Klaksvíkar kommunu ??? sum seinastu tíðina hava samstarvað um at fáa omanfyri nevndu verkætlanir førdar út í lívið.
Vit eru ikki í iva um, at henda verkætlan er til frama fyri nógvar ymiskar tættir í samfelagnum, og tað er tí við gleði, at vit leggja hesa verkætlan fram. |
|
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald