Mentan

Innbjóðing til fernisering í SMS

...

2015-03-16 02:04 Author image
placeholder

Mánadagin, 16. mars kl. 16, letur stóra listainstallatiónin SunMoonShadow hjá Edwardi Fuglø upp á Torginum í SMS.

Nú sólarmyrkingin nærkast, og fjøll og sund verða myrkaløgd í tveir minuttir og 22 sekund, fer eitt av fremstu listarfólkum føroyinga, Edward Fuglø, at hava eina heilt serliga framsýning í SMS í viku 12 (16. -21. mars)

Hesin serstaki listamaðurin, hvørs eyðkenni í listaverkum hansara eru fuglar, fuglameingi og onnur djór í føroysku natúruni, skipar fyri stórari framsýning við fuglum, planetum, mánum, sól o.s.fr. Hetta verður ein veldug sýning í allari miðhæddini og á sjálvum Torginum í SMS. Alt til frama fyri sólarmyrkingina, sum á so mangan hátt longu er yvir okkum øllum.

Innstallasjónin hevur fingið heitið SunMoonShadow, stytt SMS.

Framsýningin er ætlað øllum, eisini teimum 8.000 útlendingunum, sum koma til Føroya í sambandi við sólarmyrkingina.

Ferniseringin er samstundis ein byrjan til eina sera hendingarríka viku í SMS, spekkað við tiltøkum so sum fyrilestrum, undirhaldi og teknikappingum. Sí skrá niðanfyri

Skráin hjá SMS hesa vikuna:

Mánadagin

Kl. 11.00 Teknikapping, "Tekna sólarmyrking í Føroyum", byrjar. Borð eru á Torginum við pennum og blýantum, har børn kunnu tekna.
Kl. 16.00 Fernisering, ókeypis brillur og ókeypis SunMoonShadow-plakat

(70 x 100 cm)

Týsdagin

Kl. 17.00 Lær at fotografera sólarmyrking - tak myndatólið við í Expert/Punkt1.
Kl. 17.00 Dr. Kate Russo ??? fyrilestur um sólarmyrking, verður í Rit og Rák

Mikudagin

Kl. 16.00 Rógvi - "Slóknar sólin". ??tlað børnum upp til framhaldsdeildina.

Hósdagin

Kl. 16.00 Hanus Kamban - Fyrilestur um sólarmyrking í bókmentum, verður í Rit og Rák.
Kl. 16.30 Greta Svabo Bech syngur.

Fríggjadagin

Kl. 14.00 og kl. 16.00 Meinhard Jensen, plátuvendari, leggur mánatónleik á.

Leygardagin

Kl. 15.00 Vinnarin í teknikappingini verður kosin. Vinningurin er ein stór kurv við gávugóðsi úr SMS. Virði kr. 1.500,00.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder