Gott kvøld góðu bygdarfólk og góðu stevnugestir
Nú tað fall mær í lut á hesari stevnuni at hava midnáttarrøðuna, fari eg fyrst av øllum at takka hjartaliga fyri álitið, mær er sýnt. Menso er spurningurin bara, hvat eg skal røða um?? Jú, tankarnir hava sveimað víða, meðan eg havi leitað eftir góðsi til hesa løtuna. Og av tí at júst hetta umhvørvið í Kollafirði er staðið mær liggur nærmast hjartanum, fari eg at royna at lýsa tað, soleiðiseg minnist tað best J
Barnaárini her vóru so sera góð, og tey fara altíð at standa sum eitt kært minni. Vit hava ofta lyndi til at romantisera ymiskt frá farnari tíð, og í dag haldi eg, at barndómurin her var allur ein langur, romantiskurdreymur, hóast alt langt frá altíð var so romantiskt, men íbornir eginleikar gera jú, at vit minnast best tað góða, og tað er mikið gott.
Okkara barnaspæl gekk fyri seg frá arbeiðsmannafelagshúsinum, (sum nú er bygdarhúsið) og út til kirkjuna. Niðan í Odda sluppu vit eisini, men niðan í Deyvhyl máttu vit ikki fara, tí har uppi búði ??lamuan, sum tók okkum, um vit komu so langt niðan. Hon fór eisini avstað við okkum, um vit gingu úti um kirkjutíð.Jú, pedagogikkurin var brúkiligur, og vit eru flest øll undankomin í øllum góðum. Um vit onkuntíð sníktu okkum út um mark, ja, so føldist tað næstan sum, at vit høvdu verið uttanlands ??? hóast eg ikki tá visti, hvat tað var. Tí tað - at fara av landinum - var als ikki nakað, vit hugsaðu um, av teirri einføldu orsøk, at vit snøgt sagt ikki høvdu ráð til slíkar kostnaðarmiklar ferðir. So tíðir broytast, má sigast, nú næstan hvør føroyingur ferðast uttanlands fleiri ferðir um árið. Hetta, at halda seg innanfyri mark, settu vit ikki spurnartekin við, tí soleiðis átti tað bara at vera. Vit vóru tó viðhvørt í lógligum ørindum uttan fyri hetta markið, tí onkuntíð sendi omma okkum ørindi út til Onnu Katrinu í Fornanum. Og so gingu vit út í Hamrar eftir mjólk eisini ??? og viðhvørt heilt út á Kjalnes. Hetta var í tí tíðini, tá bygdin veruliga var long, og vit hildu, at tað var óunniliga langt at ganga. Í dag er bygdin als ikki so long, sum hon var tá. Men soleiðis fer tíðin við øllum. At spyrja um hví, vit ikki kundu fara longri enn markið var, nyttaði einki, tí soleiðis var tað bara, men í dag skilji eg sjálvandi, at orsøkin helstvar, at mamma altíð skuldi síggja okkum og hava okkum so nær, at hon kundi rópa ella floyta, so vit hoyrdu tað, tí tá var eingin telefon í lummunum og hjá fleiri heldur ikki í húsinum.
Og vit spældu nógv her rundan um. Niðri í fjøruni fangaðu vit krabbar og funnu nógvar flottar, lítlar steinar í fína sandinum, og onkuntíð var okkurt spennandi rikið upp á land, sum vit so dragsaðu við okkum til hús. Vit fiskaðu ofta á Stórubrúgv, men har sluppu vit ongantíð einsamøll, tí so kundi Klappus, sum búði undir brúnni, taka okkum, og tað var helst bjargingarútbúnaðurin tá. Ternumurtarnar, sum vit fiskaðu, fingu ketturnar at eta, ulkurnar vórðu týndar, tí tær slatraðu so illa,og skrubburnar vórðu sum oftast brúktar til krabbalínu, sum vit settu á Lítlubrúgv. Og tit kunnu ætla, at krabbastandurin var hóttur tá, tí hugagóð vóru vit og fangaðu upp í baljur av krabbum. Í ósanum fangaðu vit ósaskrubbur, men tær vóru knapt so lættar at fáa hendur á, so tær vóru vist ongantíð hóttar. Longur uppi í ánni fangaðu vit glasállar og kombikk , og har man eg hava staðið nógvar tímar við reyvini hægst, tí tað var so ótrúliga spennandi at vita, hvussu kvik eg kundi vera við spannini. Uppi yvir brúnni her vóru sílini størri, og har uppi vóru dreingir fyri tað mesta og fangaðu, tí tað var kanska ikki nóg mansligt at fanga hesi lítlu??? og í áarføri var stuttligt hjá teimum at fara sær ein túr fram við ánnivið tráðuni. Í Myllutunguánni vóru nógvir stórir állar, men teir dugdi eg ongantíð at fáa hendur á, so tit kunnu ætla, at eg sá upp til teir dreingirnar, sum dugdu tað kynstrið J
Um veturin í kava spældu vit úti dagin langan, og tit minnast kanska eisini, hvussu tungvit vóru av klakanum, sum hekk í ullintu, føroysku vøttunum og troyggjunum, sum øll brúktu tá.
Tá fyrstu vermandi sólstrálurnar kagaðu fram um várið, fóru dreingirnir við spaka niðan í svimjihylin at demma, so vit kundu svimja ??? akkurát sum tey í Havn. Og væl riggaði, hóast tann svimjihylurin í dag neyvan hevði verið góðkendur av heilsumyndugleikunum. Veit ikki, um nakar eigur myndir frá tí svimjihylinum, men stuttligt hevði verið at sæð tær og bakka aftur eina løtu. Minnist ið hvussu er mína fyrstu svimjidrakt, sum omma bant mær - hon var myrkareyð og ullint - og ógvuliga tung, tá hon bleivvát J
Eisini fóru vit hvørt summar í ein mánað einar tveir tímar um dagin inn í Fjørð til Herluf at sperðladraga hummarar. Hetta var eisini nakað heilt serligt, og neyvan hugsaðu vit um tá, hvussu dýrt og fínt tað var at eta hummara.
Jú, her var nógv at fáa dagarnar at ganga við, og alt umhvørvið her var eitt satt paradís hjá okkum at vaksa upp í.
Men so komu broytingar í. Vit skuldu hava nýggjan skúla, og sjálvandi var tað ógvuliga spennandi, men tað betýddi so eisini, at umhvørvið broyttist. Eg fór í skúla í 1968, og tað var sanniliga skúli upp á gamla máta. Einar 8 tímar um vikuna haldi eg, vit høvdu í 1. flokki J Haldi, eg gekk í 2. b, tá vit fluttu skúla, og tað var broyting, sum vildi nakað. Fyri tað fyrsta fingu vit fleiri tímar á tímatalvuna, og so fingu vit eisini kvinnuligan lærara, sum var púra ófatiligt í mínum høvdi, tí eg helt, at tað bara var í Havn, at man kundi hava lærarindur (sum tær itu tá). Haraftrat sluppu vit at hava fimleik, og genturnar fingu handarbeiði og dreingirnir smíð. Fysikkstovan var eisini so sera spennandi, hóast tað bara var 7. flokkur, sum slapp at hava lærugreinina. Og munnu ikki fleiri okkara minnast, hvussu stuttligt tað var at fanga kvikksilvurið, sum vit stoyttu út eftir gólvinum og síðan róku aftur í rúgvu? Helst hevði barnaverndin blandað seg, um tað var í dag, børn spældu við kvikksilvur á slíkan hátt. Men her kemur tað aftur. Tað er nógv farligari at liva í dag enn tað var fyrr J Eisini komu børnini úr skúlanum á Oyrareingjum út higar at ganga í skúla, og verðin minkaði sjálvandi eitt sindur tá, tí nú fingu vit møguleika til at kenna børn úr allari bygdini.Jú, hetta var menning, sum vildi nakað. J
Og síðan tá hevur bara gingið slag í slag við broytingum. Fyrst í 70???unum frættu vit so, at nýggjur vegur skuldi gerast gjøgnum bygdina. Uttanfyri okkum skuldi hann liggja fram við sjónum, og innanfyri skuldi hann niðan um bøgarðarnar L Og so fingu vit viadukt eisini ??? tað var okkurt øgiliga fínt, og eingin onnur bygd í Føroyum hevði slíka. Bátahylurin er eisini frá tí tíðini, og neystini her komu ístaðin fyri øll tey, sum vórðu løgd undir vegin uttanfyri. Av øllum hesum broytingunum kann eg siga, at eg best minnist, tá gula maskinan kom oman í ósan og fór at grava. Hesin dagurin stendur enn í dag fyri mær sum ein sorgardagur, og eg rokni við, at fleiri eru samd við mær í, at tað er ein tann størsta skemdargerðin, ið framd er móti náttúruni í Kollafirði yvirhøvur.
Ungdómsárini avloystu barnaárini, og hóast eg tá hevði lyndi til at halda, at tað helst var stuttligari alla aðrastaðni, so var ikki so ringt at fáa tíðina at ganga her í Kollafirði kortini. Eldru systkin míni vóru jú farin til Havnar sum 14 ára gomul at ganga í skúla, so eg var nokk so øvundsjúk, at eg ikki eisini slapp. Men tíðina á Oyrarbakka hevði eg ikki viljað verið fyriuttan. Haldi, at flokkurin, eg kom í har, man ikki hava kentsín líka nakrastaðni, tí samanhaldið var heilt ófatiliga gott, og traðkaði onkur okkara við síðuna av viðhvørt, stóðu øll klár at lofta viðkomandi og forsvara, soleiðis at revsingin ikki gjørdist so ógvuslig.Men um tað altíð var so stuttligt at vera lærari í flokkinum, er ein heilt onnur søga. Vit hittast javnan enn og hava tað líka stuttligt hvørja ferð ??? haldi tó, at vit eru blivin eitt sindur skikkiligari síðan tá J
Og so var tað Kolhúsið!! Veit ikki, um ungdómurin her veit, hvar tað var, men tað var okkara ungdómshús. Har møttust vit rættiliga ofta, og tað var har, vit fingu luft fyri øllum tí, vit ikki tosaðu um heima við hús. Fari ikki at siga, at Kolhúsið var hugnaligt, tí har var bæði myrkt og kalt, men vit høvdu tað so sera stuttligt ??? og eingin vaksin blandaði seg upp í, hvat vit skuldu gera har. Og um avvarðandi til ognina altíð vóru so glað, er ikki gott at vita, men vit merktu so einki til, at tey ilskaðust um okkum.
Tað ber illa til at tosa um farnar dagar í Kollafirði uttan at nevna dansin, sum var her í 70???unum. Tá eg byrjaði at ganga í dans 12 ára gomul -(ja, bevari meg væl)- ljómaði tónleikurin frá plátuspælaranum í lítla rúminum við síðuna av dansihølinum, og tað hendi seg meira enn so, at Buck Owens, Sven Ingvars, John Mogensen og Olivia Newton-John gjørdu eitt hopp, tá tað gjørdist ov lívligt á dansigólvinum. Men eisini har komu nýggjar tíðir, tí skjótt aftaná mína debut í Kálvakróki, fóru orkestur at spæla til dans. Hetta var eisini mikið hugaligt, og eg snøgt sagt elskaði at dansa J Kálvakrókurgjørdist miðdepilin hjá ungdóminum hiðani úr oynni ogúr allari Eysturoynni við. Norðskálatunnilin læt jú upp í 1976, so tá var lagamanni at koyra. Hesi, sum spældu til dans, burdu tikið seg saman til at endurskapt eitt dansikvøld av tí slagnum ??? og so kundu vit havt plátuspælaran frá í pausunum. Eg vænti, vit eru nógv, sum høvdu viljað upplivað eitt tílíkt dansikvøld aftur, og um Kálvakrókur er ov lítil, so hava vit jú ítróttarhøllina her. Livst, so spyrst. Men ein er tíðin at dansa ??? sigst, og succes???ir skulu ikki endurtakast. Eitt er to púra vist - Kálvakrókur er ramman um nógvar góðar, hugnaligar og gevandi løtur her í Kollafirði.
Tá tíðin á Oyrarbakka var av, slapp eg endiliga suður til Havnar at ganga í skúla, og at flyta til Havnar,hildu vit, fór at verða okkara æviga frelsa, men gakk! Mær longdist so hjartaliga eftir Kollafirði og øllum tí, sum hini nú upplivdu her, at eg var um at ganga frá verðini av longsli. Ja, eg hevði búð í Havn tvey og eitt hálvt ár, áðrenn eg fann út av, at har høvdu tey eisini vikuskifti! Eg var nevnliga her norðuri hvørt einasta vikuskifti, til kavi eina ferð forðaði mær at koma norð, og eg noyddist at vera har suðuri, men tá var bara eitt hálvt ár eftir í Hoydølum.
Tíðin rennur sum streymur í á, og nú eru 40 ár farin síðan tá, og líka leingi havi eg ikki búð her. Í 32 ár havi eg búð í Vágum, men eg skal siga tykkum, at eg fari ALTÍÐ at vera kollfirðingur við stóra K. Tað er gott nokk ikki líka heimligt at koma higar og ikki kenna øll andlitini, men treyðugt so - á nøkrum sæst á skræðuni, hvar tey hoyra til. Og tað er soooo sjarmerandi, haldi eg.
Grannalagið her hjá okkum er rættiliga nógv broytt, síðan vit vóru børn, men tað er helst soleiðis, tað eigur at vera. Tí fyri framburði mugu vit øll boyggja okkum. Og eingin skal ivast í, at nógv er vorðið so nóóógv lættari, men tó ivist eg í, um tað loysir seg at sleppa øllum tí gamla og ???gigguta???, tí tráðanin eftir øllum verðsligum lutum ger okkum kanska einsamallari fyri hvønn dag, sum gongur. Plagi at fáa skotið í skógvarnar, at eg eri ein fornleivd, tí eg havi eina telefon, sum bara kann ringja og sms???a, men fyri meg er tað nokk, tí eg vil heldur brúka tíð saman við teimum, sum hava tíð at vera til staðar, enn teimum, sum altíð hava umheimin í hondini, hóast tað mangan er bæði undirhaldandi og stuttligt.
Kollafjarðarstevnan, sum nú eitur Sundalagsstevna, verður hildin hetta vikuskiftið í besta veðri, - ja, so gott er tað, at kappsiglingin við seglum varð avlýst í morgun, tí veðrið var ov gott. Og tað er altíð hugaligari enn regn og vindur. Men hugaligast av øllum er at hitta kenningar og geva sær stundir at vera til.
Sum útiseti í 40 ár er gamaní mangt broytt her, men áhugin fyri tykkum øllum og bygdini liggur enn djúptí mær, og hoyri eg okkurt um Kollafjørð, spyrji eg altíð, tí mær dámar at frætta um lívið her. So um eg eri forvitin, veit eg ikki, men vónandi fer tann áhugin ongantíð at hvørva.
Í røðu sum hesari, sum vónandi hevur vakt minni frá farnari tíð,er vist rættast at koma við onkrum fyndugumorðum til síðst, og tey, sum eg havi leitað mær fram, eru frá einum morgunlestri í útvarpinum fyri nøkrum árum síðani, og tey eru hesi:
Lít við takksemi afturá
Lít við treysti frameftir
Lít við áliti uppeftir
Lít vinaliga rundan um teg
So fari eg at ynskja tykkum góða Sundalagsstevnu, og vónandi fara vit øll, tá vikuskiftið er av, at kunna siga, at ???í Kollafirði er ikki so galið.???
Hjartaliga takk fyri at tit læntu mær oyrað hesa løtuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald