Politikkur

Ingolf: Sjóvinnustýrið skal verða í Vágum

...

2017-01-13 10:59 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tað er løgið, at leigaði bygningurin hjá Sjóvinnustýrinum á ídnaðarøkinum hjá Sørvágs Kommunu við flogvøllin brádliga er í so ringum standi, at har býður ikki í bøtur.

Tað er útvið eitt ár síðani, at flutt varð í henda bygningin, tí gamla høvuðssætið á Giljanesi var fongt við soppi. Leigaði bygningurin skuldi vera ein fyribilsloysn, til ein varandi loysn verður funnin.

Men sambært útvarpstíðindunum í gjárkvøldið og á middegi í dag er bráddliga alt galið við leigaða bygninginum, og tað í sovorðið ólukkumát, at flytast má úr honum sum skjótast ??? av oynni sjálvandi.

??tvarpið hevur ikki latið eigaran av leigaða bygningin koma til orðanna at gera sína meting um standin á bygninginum. Men bygningurin er bert er fá ára gamal, so tað skal vera løgið, um tað ikki lutfalsliga skjótt ber til at fáa trupulleikarnar í rættlag, sum stjórin í Sjóvinnustýrinum og trygdarumboðið har hava umrøtt ??? inniklima, vantandi vindeygu og skilabetri innrætting.

Sjálvandi ber tað til, og tað vil eg staðiliga mæla til verður gjørt, um ongin annar egnaður bygningur er í Vágum.

Tí fer Sjóvinnustýrið fyrst av oynni, ivist eg stórliga í, at tað nakrantíð kemur aftur.

Ingolf S. Olsen
Sørvágur

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder