Eftir dystin millum Kyndil og VÍF, hittu vit Inga Olsen venjara hjá VÍF.
Vit spurdu fyrst Inga, hvat tað hevði at siga, at dysturin í dag endaði við javnleiki.
- Tað hevur tað at siga, at seinni dysturin er púra opin.
Vit spurdu eisini Inga, hví Kyndil slapp inn aftur í dystin, tá VÍF hevði ført við 6 málum.
- Vit vóru ov óneyvir, og vit loyva teimum innaftur í dystin, nógv av tí er uppá feilir hjá okkum. Vit koma púra fríir og skora ikki, hvørki Jan Pauli ei heldur Mladen. Tá man brennur, ja so verður man straffaður dupult í hinum endanum. Vit høvdu kunna komi uppá 9 mál á muni, men í staðin minkar munurin. Vit fingu ikki stýr á spælinum.
Les eisini: Hjalti: Viljin gjørdi at vit komu í dystin aftur.
Vit spurdu Inga til síðst hvat teir ætla at gera ørvísi í Vestmanna.
- Eg haldi ikki vit fara at gera so nógv ørvísi, tí vit gera nógv rætt. Vit verja væl, men eru for óneyvir í álopspartinum, tað mugu vit gera betri, segði Ingi við JN.fo, beint eftir fyrra hálvfinaludystin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald