Ítróttur

Ingi: Vit skuldu møða Neistaspælarnar

...

2015-02-09 13:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Neistin og VÍF leiktu í leygardagin finaluna í Coca-Cola steypakappingini hjá monnum. VÍF vann 26-25, og eru tí steypavinnarar hjá monnum. JN.fo hitti venjarin hjá VÍF, Inga Olsen eftir dystin.

Fyrst spurdu vit Inga, hví teir komu so illa frá byrjan.

- Eg haldi, at okkara spælarar høvdu nervar, Neistaspælarnir vildu tað meira frá byrjan, okkara skuldu rista nervar av sær, so fingu okkara spælarar tamarhald á verjuni og byrja at skora mál. Málmaðurin hjá Neistanum - Mikkjal - hevði ikki ein av sínum allarbestu døgnum í dag. Neistin spældi øguliga væl, hetta var teirra seinasti týdmikli dysturin í ár, men vit hava nógvar eftir, tað sá man eisini, tí teir vildu so øguliga gjarna vinna steypakappingina.

Vit spurdi hann so, hvat hann segði við spælarnar í hálvleikinum.

- Eg vildi hava at teir spældu skjótari, og satsa eitt sindur meira uppá kontraálop, so at vit kundu møða neistaspælarnar, um tað riggaði - tað veit eg ikki - tí tey málini vit fingu, fingu vit uppá vanlig álop.

Til seinast spurdu vit Inga, hvat hann segði, tá ið hann tók time-out minni enn 1. min. fyri dystarenda.

- Eg segði við teir, at sum nú var, høvdu vit minimun javnleik og at vit skuldu koyra eitt bestemt system, og at vit skuldu renna aftur soleiðis at Neistin ikki fekk eitt kontraálop, tað vísti seg, at tá vit skjóta, tá eru teir flestu av okkara spælarum komnir aftur á miðuna og vóru klárir at verja, vit fingu so pressa teirra seinasta møguleika út á veingjin, og Niklas kláraði so at bjarga, segði ein fegin Ingi Olsen.

Sí myndir frá dystinum her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder