Ítróttur

Ingi: Vit náa ikki langt við hesum spælinum

...

2016-01-30 05:46 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Vit hittu Inga Olsen venjarin hjá VÍF eftir ósigurin móti KÍF.

Hvussu setti tú spælarnar upp til dystin?

Eg haldi ikki, at tað var ringt at seta spælarnar upp til dystin, tí hetta var ein finala, vit settu okkum í støðuna, at vit skuldu vinna. Tað haldi eg at man sá væl, bæði liðini spældu fyri at koma víðari. So tað var ein øðilig tendring.

Hvussu heldur tú gongdin í dystinum var?

Tað var ein øðiliga javnur dystur, og eg haldi, at hann var nógv ovhart spældur, bæði liðini skuldu verði straffað nógv meira fyri hart spæl. Nú hyggur man nógv eftir EM, og hetta er ikki nær í námind tí vit síggja har, tað hevur ikki ávirkan á úrslitið, at vit spæla hart. Dysturin verður ræðuliga ljótur, tí vit sleppa nógv ov nógv. Dysturin er sera javnar, og tað eru sera fá ting ið avgerða, at tað er teir ið koma víðari og ikki vit. Men teir eru neyvari í teimum løtunum tað krevst.

Hvat hevur tað at siga fyri dystin at Filip fekk beinleiðis reytt kort?

Tá missa vit ein farligan skjútta. Tað hevur sjálvandi ávirkan, men longu áðrenn er nokkso nógv órógv á spælinum hjá okkum, vit fingu ikki álopið hjá okkum at koyra. Men tá hann fer út, fáa vit ikki fatur á góða spælinum aftur.

Hví er tað KÍF ið vinnur?

Tí í dag vóru teir betur, tað má eg bara siga. Vit vóru óneyvari í teimum løtunum har vit kundu fingið eitt ordiligt hol til teir. Tað eru smáting sum gera tað, og málverjin hjá KÍF stendur væl, vit velja at skjóta nøkur skot ið eru sera løtt at taka hjá honum, tað er nokksu avgerðandi. Eg haldi verjan stendur væl. Tá vit missa bóltin, koyra teir skjótálop, og Hans Eli er ein dýrur drongur fyri okkum.

Fara tit nú eftir FM?

Tað er tað vit hava eftir at spæla um, eg veit ikki hvat okkara fokus skal vera, tað verður meira at fáa stabilitet í spælið, hvussu langt vit náa veit eg ikki, men vit náa ikki langt við hesum spælinum, segði Ingi Olsen við JN.fo eftir dystin í kvøld.



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder