Ítróttur

Ingi: Vit kunnu fara allan vegin

...

2017-01-06 23:31 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Eftir flotta úrslitið hjá U-21 dreinginum hittu vit ein av venjarnum hjá liðnum, Inga Olsen.

Hvussu hevði tú sett tínar spælarar upp til dystin?

- Tað var ikki serliga neyðugt hjá mær at seta teir upp til dystin, tí teir vórðu so øguliga uppsettir uppá hvat fyri dugir er í teimum. So mín uppgáva var meira, at eg skuldi halda spenninginum hjá teimum á einum røttum stað, og ikki ov høgt. 

Sí myndir frá dystinum her.

Hvat høvdu tit væntað av dystinum, áðrenn hann byrjaði?

- Vit vistu tað, at sveisarnir komu við nógvari tyngd, og tað gjørdu teir eisini. Men vit kláraðu at koma væl í gongd, við okkara tolna spælið, men tó leypa á. Og vit vistu at teir fóru at blíva ótolnir av tí sama. Tað skert ikki burtur, at vit hava góðar skjúttar, teir tora eisini at taka ábyrgd, og ofra seg nógv, og tað skal til, tá ið man spælir móti einum liðið sum Sveis. Tað vórðu nógvir hjá okkum ið bjóðaði seg fram í dag. 

Les um dystin her.

Hvussu upplivdi tú dystin av síðulinjuni?

- Hann blívur kaotiskur, tí tað krevur so ógvuliga nógvar kreftir. Tá harðast stendur á, koma vit at gera nakrar feilútskiftingar, sum er sera býtt. Og tað hava vit ábyrgdina av úti á bonkinum. Tíbetur kostaði tað ikki fyri okkum í dag. 

Les eisini: Helgi: Vit settu dagsskránna móti sterka Sveis-liðnum

Tá ið Sveis kom uppá javnleik, hugsaði tú tá at teir fóru framum?

- Ja, eg tonki at nú høvdu vit klárað at hingið so leingi í, og væntaði eg at sterka Sveis-liðið fór at koyra dystin heim uppá rutinuna. Aftur í hesum førinum vísa okkara spælarir, at tað er dugur í teimum. Í verjuni vísa vit stórspæl, og so tora vit eisini at taka kjansir. Eg kann navna tá ið Pætur bleiv sendur í skjótálop, tá hopaðu vit allir á beinkinum, at hann ikki fór at blíva sendur avstað, men har er munurin, teir á vøllinum tora, og vit eru uttanfyri. Eitt fantastiskt avrik.

Fara tit nú at taka dystin í morgin og sunnudagin eisini?

- Nú hava vit max 2 tímar at gleðast um sigurin móti Sveis, so er "daglidagur" aftur í morgin. Ísrael spældi ein sera vánaligan dyst í dag, eg vænti at teirra venjari hevur givið teimum av grovfíluni eftir dystin, so tað er einki at yvast í, at teir skulu prógva nakað í morgin, tí teir eru jú eisini ávarðir um, at vit vunnu á Sveis. Vit fara til dystin í morgin við sjálvsálti, men tað krevur at vit spæla klókan hondbólt líka sum í dag.

Kunnu tit fara allan vegin?

- Ja tað kunnu vit, men vit hava tvær truplar uppgávur eftir. Finnland síggja øguliga sterkir út, so vit hava næstan tvær líka sverar uppgávur eftir, sum vit høvdu í dag, segði ein væl nøgdur Ingi Olsen við JN.fo beint eftir sigurin í kvøld.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder