Eftir sigurin hjá føroysku U-21 landsliðnum í hondbólti í gjár, settu vit Inga Olsen venjara nakrar spurningar.
Sí myndir frá dystinum móti Ísrael her.
Nú vunnu tit aftur, hvat var tað, ið tit gjørdu rætt?
- Í fyrra hálvleiki gjørdu vit nógvar brølarar, men í seinna hálvleiki fáa vit skil uppá verjuna, og so hava vit eisini eitt lið, ið er eitt sindur betri enn Ísrael. Og tá ið vit fáa rættað uppá verjuna, tá sleppa teir ikki ígjøgnum "mann mann" sum teir gjørdu í fyrra hálvleiki - tá verður tungt hjá teimum. Vit hava nakrar spælarar, ið ikki koma ordiliga í gongd, men so skifta vit bara út, og sjálvur haldi eg, at útskiftingarnar hepnaðust væl. Hørður lukkar væl av í málinum. Kjartan og Hilmar Leon ið komu inn á bakkarnar royndust væl, og Jónas fekk sett spælið væl upp. Ingi vísti á, at tað hevur týdning at hava breiðan hóp.
Les eisini: Fríði: Vit fara eftir møguleikanum.
Í samrøðuni aftaná Sveis, segði tú, at Ísrael hevði nakað at prógva móti tykkum, føldi tú tað eisini soleiðis?
- Ja, teir spældu við hjartanum langt langt uttaná, teir vóru øgiliga aggrivisivir, larma og væsa nógv. Vit vóru eitt sindur ókontuseraðir, vit lovaðu teimum nøkrur ting, ið vit høvdu tosað um, at teir ikki skuldu sleppa at gera. Men vit fingu rættað spælið til.
Les eisini: Rói: Vit høvdu eina fantastiska verju.
Tann eini spælarin hjá Ísrael fekk gult kort, og útvísing ið fyrsta álopinum, væntaði tú, at dysturin fór at blíva hart spældir tá?
- Vit vistu áðrenn dystin, at teir skumpa nógv, teir spæla uppá at arga hini liðini. Teir góðu allatíðirnar eina eftir-takling eftir at tað var dómt fríkast. Tað sóu dómarnir, og góða teimum eisini fleiri útvísingar. So vit høvdu vænta ein harðast dyst - ja.
Hvussu sært tú uppá dystin ímóti Finnlandi?
- Tað verður ein finala sjálvandi, tí Sveis og Ísrael eru úti. Finnar eru øgiliga stórir, so tað verður ein fysiskur harður dystur. Tað verður absolut ikki ein nemm uppgáva, men vit hava loyst hinar báðar uppgávurnar væl, sjálvt um tær heldur ikki vórðu nemmar. So eg vænti at okkara fara inn við sjálvsáliti, vit fingu spart nakrar spælarar móti Ísrael. Mennirnir hava sjálvsálit, so vit fara eftir møguleikanum.
Hvat skulu tit hyggja serliga nógv eftir móti Finnlandi?
- Tað eru teirra stóru spælarar, nú mugu vit aftur eitt sindur longur út at dekka. So teirra spælarar ið eru umleið 2 metrar ikki sleppa frítt til skot. Vit hava hugt eitt sindur eftir teimum, teir hava stórar spælarar, men teir eru ikki skjótir. So vit skulu hava teir at skjóta, har vit vilja hava teir at skjóta. Vit skulu spæla okkara tolna spæl aftur móti Finnlandi, tí okkara spælarar eru stytri, og vit viga minni. So um vit spæla skjótt spæl, so renna teir okkum umkoll.
Um tú skalt seta tøl á, hvussu stóran møguleika hava tit at spæla tykkum í HM?
- Heimabanin gevur okkum nøkur prosent eyka, og vónandi liggur tað eitt sindur til okkum, eg velji at seta 55-45 á til okkum. Áskoðarnir gera stóran mun, teir leggja press á dómarnar, og tað hjálpir okkum væl. Í teimum iva støðunum, har tað er fet og álopsfeilur vísa áskoðarnir hart og týðuligt hvat teirra meining er, og tað hjálpir okkkum. Tá ið vit gera okkurt gott rópa 1000 áskoðarar, og tað lyftir okkara spælarar longur upp, segði Ingi Olsen við JN.fo eftir dystin í gjár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald