Ítróttur

Ingi: Hetta er rættuliga stórt

...

2015-04-12 03:46 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Eftir seinnu FM-finaluna fingu vit fatur á einum væl nøgdum venjara, Inga Olsen.

Vit spurdu fyrst gull-venjarin hvussu teir høvdu fyrireikað seg til dystin.

- Sjálv fyrireikingin hevur verið sum til aðrar dystir, vit hava hugt eftir video, og so fyrireikað okkum til tað, vit síggja á videoinum. Nú tá hetta er finalan, er tað sjálvandi nógv lættari at seta spælarar upp til uppgávuna. Men annars hava vit fyrireika okkum, sum vit plaga, hetta var dystur nummar 6 móti H71, og hvørja fer koma teir við onkrum nýggjum, og tað skulu vit so klára at loysa, og tað hevur verið spennandi.

Vit spurdu so Inga, hvussu tað er at standa á síðulinjuni til ein so týdmiklan dyst, og vita at hann kundi avgerða FM.

- Tað var rættuliga spennandi, og nervapirrandi, teir eru øguliga drúgvir, vit vita hvørja fer vit koma 1-2 mál framum, koma teir aftur, men tíbetur var tað eisini øvugt. Tá teir koma framum, koma vit eisini aftur. Tað ræður um at halda høvdið kalt, tá so nógv stendur á. Tá er gott at hava so gott fólk aftanfyri meg, sum eg havi - fólk við ymiskum uppgávum.

Vit spurdu hann eisini, hvussu stórt tað er fyri Vestmanna og VÍF, at vinna greipuna eftir at teir einki hava vunnið í nógv ár.

- Tað hevur verið nógv for nógv ár, har VÍF einki hevur vunnið, haldi tað er 10 ár, har vit einki hava vunnið. Í einari hondbóltbygd, sum Vestmanna er hetta rættuliga stórt, tí tað verður næstan einki annað tosa um uttan hondbólt, og nú tá tað ikki hevur gingið nakað serliga væl í kappróðinum í Vestmanna, ger tað hetta bara tað størri. Eg dugi ikki orduliga at siga, hvussu stórt hetta er, men sum Tórður Mikkelsen sigur, so er hetta rættuliga stórt.

Til síðst spurdu vit Inga, um hann heldur fram næsta ár.

- Ja tað er planurin, segði Ingi Olsen við JN.fo eftir, at hava fingið steypið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder