2016-08-25 20:00
Vælkendi miðvingurin Ingi Ellefsen er sera glaður nú hann er sloppin til arbeiðis. Ingi er 31 ára gamal.
Ingi hevur í vár og nú aftur í summar hjálpt umsjónarmonnunum á Skúlanum á Giljanesi, tað er ein dag um vikuna - 3 dagar um vikuna er hann á flogvøllinum, har hann hjálpir til við øllum fyrifallandi s.s. at samla viðførisvognar og fáa teir uppá pláss.
Vit prátaðu við Inga í dag, tá ið hann arbeiddi á Skúlanum á Giljanesi, Ingi var sum altíð væl til passar og hittinorðaður, sum hann er, so fingu vit afturat prátinum onkran fittan látur.
Ingi segði, at hann var sera glaður fyri hesi arbeiðini hann hevði, hann vónaði at tey kundu halda á.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald