VÍF vann í kvøld 32-23 á Kyndli í seinnu CocaCola hálvfinaluni hjá monnum - fyrra hálvfinalan endaði við javnleiki - VÍF er sostatt í finaluni, har teir skulu møta Neistanum. JN.fo hitti Inga Olsen, venjara hjá VÍF eftir dystin.
Vit spurdu fyrst Inga, hvat VÍF gjørdi ørvísi í kvøld, í mun til fyrru hálvfinaluna
- Eg haldi ikki, at vit gera tað heilt stóra ørvísi reint tekniskt, tað sum munurin í dag er, er at vit spældu ein góðan seinna hálvleik og tað gjørdu vit ikki seinast. Seinast settu vit ferðina heilt niður og vóru sera óneyvir, tá man verður óneyvur er ofta ringt at rætta upp, men tað kláraðu vit fantastiska væl í dag. Í dag vistu allir leikarar, at nú fingu teir ikki fleiri kjansir, tað eru fýra hálvleikir og teir báðir síðstu skuldi so spælast í kvøld.
Vit spurdu hann eisini, hví teir valdu at seta Tóka Seloy inn í dag.
- Niklas Simonsen hevði eina óhepna byrjan, vit hava gjørt tað, at tá ið ein spælari hevur ein góðan dag, so lata vit hann ofta spæla, tað sama gera vit eisini verju- og álopsspælið. Niklas kom ikki inn í dystin, vit koyra so Tóka inn, og her riggar alt hjá honum, hann bjargar uppløgdum møguleikum, og í forhold til verjuna stóð hann ótrúliga væl, hann tók bóltarnar ið hann skuldi, og eitt sindur afturat. Og tað er tað, sum er avgerandi, at hann ikki bara tekur tað hann skal, men eitt sindur meira enn tað.
Les eisini: Birgir: Tóki var munurin.
Hvussu er tað s,o at verða aftur í steypafinaluni?
- Vit hava ikki verið í steypafinaluni í fleiri ár, men nú fáa vit enduliga møguleikan aftur, segði ein ovurfegin Ingi við JN.fo beint eftir dystin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald