døgunum 20. og 21. januar skipar FSF fyri Impulsskeiði, við heitinum Ítróttarsálarfrøði ??? meira enn mental venjing. Instruktørur á skeiðnum verður Kristoffer Henriksen.
Fríggjadagin og leygardagin, 20. og 21. januar skipar Fótbóltssamband Føroya fyri impulsskeiði, við heitinum Ítróttarsálarfrøði ??? meir enn mental venjing.
Instruktørur á skeiðnum verður danin, Kristoffer Henriksen, ið er lektari, granskari og undirvísari á Syddansk Universitet, við fokus á ítróttarsálarfrøði og mentalvenjing.
Kristoffer Henriksen er knýttur at Team Danmark, har hann í mong ár hevur arbeitt við at stuðla úrvalsítróttarfólkum í heimselituni á sálarliga økinum.
Skeiðið er serliga ætlað venjarum við A-prógvi, men verður eisini partur av skeiðnum hjá teimum, sum í løtuni eru í gongd við A-venjaraútbúgvingina.
Tilmelding fer fram íNethandilinumá heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya, www.fsf.fo.
Tilmeldingarfreistin er mikudagin 11. januar 2017.
Kostnaður: 800,00 kr.
Nærri kunning um skeiðið sæst her:Impulsskeið ??? meira enn mntal venjing / Januar 2017
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald