2019-08-18 11:19
Var til Sjómannadag í Klaksvík í gjár. Ein kann ikki annað enn undrast og fegnast um, at hetta tiltak, ár eftir ár, verður endurtikið, til gleði og gagns fyri túsundtals børn og vaksin!
Ein kundi freistast at sagt, at hesin dagurin er ein ímynd av føroyinginum og føroyska samfelagnum í smástødd.
Her møtast vit øll; alt frá útróðrarmanninum í tuflum, til umboð fyri landsins kostnu í svartaskóm og høgum hælum. Vit gleðast um, at vit liva í hesum landinum Føroyar, ið hevur fostrað, og framvegis elur fram menn og kvinnur, sum taka á seg, sum lívsstarv, at byggja upp og menna eitt vinnulív, ið ber framburð og vælferð til okkum øll.
Aftanfyri borðini í teimum ymisku búðunum, ið borðreiddu ymiskan leskiligan og vælsmakkandi mat, einamest úr havsins tilfeingið, sóust standa 1., 2. og 3. ættarlig úr fyritøkum, stórum sum smáum, og matgera og borðreiða gloypubitar til okkum øll, sum høvdu funnið norður til Klaksvíkar í gjár.
Nógv av hesum fólkum eru kend úr almenna rúminum. Ikki minnst, nú teirra vinnuvegur hevur verið orsøk til miklan orðadrátt, og ivasama viðferð, serliga tey seinastu fýra árini, har ið sitandi samgonga hevur lagt nógv fyri, fyri at gera meira ella minni hepnar broytingar í livibreyði teirra!
Ein kann so spyrja seg sjálvan: Hví tíma hesi fólk, at blíva við, bæði við at borðreiða á Sjómannadegnum, og at føra havsins ríkidømi til lands, ár eftir ár?
Hava tey ikki forvunnið nokk? Er skínandi blanki bilurin ikki nóg fínur? Eru borgir teirra ikki nóg stórar? Ella ???..?
Svarið er einfalt: Hesi menniskju vilja skapa! Skapa úrslit! Skapa vinning! Skapa framburð! Skapa vælferð!
Til tíðir gongur sum eftir ánni, og væl legst í kassan! Aðrar tíðir er andróður, og svørt skýggj hanga sum tungar dýnur yvir virkseminum!
Men hugburðurin er tann sami: Ikki gevast! Royn og knossa enn eina setu; kasta nótina enn eina ferð; set gørnini, sjálvt um tað varð ongul í reyv seinast ???..
Og soleiðis kundu vit hildið áfram!
At tað gongur væl í Føroyum í løtuni, er eingin sjálvfylgja. Vit vita øll, at stutt kann verða ímillum slættastu sjógvar og brattastu bylgjur, sum Mikkjal á Ryggi, stórskald okkara, tekur til í sálmi sínum av sama navni. Tí er tað alneyðugt, at vit lata okkara dugnaligu vinnulívsfólk fáa loyvi til, at menna seg og sítt virksemi, økja um virði á teirra veiðu, og kunna gera tær tillagingar og íløgur, ið eru neyðugar, meðan viðrák er.
Tiltakið í Klaksvík í dag var ókeypis.
Veruleikin er ikki ókeypis.
Tað kostar at reka vinnulív.
??ll vilja vit vinna pening; ongin undantikin. Hví skal tað so verða eitt illavorið orð, tá ið vit siga, at vinnan vinnur pening?
Vinna! Vøkstur! Vælferð! So kunnu vit øll hava tað gott, um enn, vit ikki øll forvinna eins.
W.C. Churchill segði nakað soleiðis: "Kapitalisman deilir ágóðarnar ójavnt; sosialisman deilir neyðina javnt!???
Hvat ynskja vit av hesum báðum?
Eg veit, hvat eg, til eina og hvørja tíð, hevði valt.
Vil loyva mær at enda við einum citati frá einari sjónvarpssending um føroyska rækjuveiðu. Slóðbrótarin og rokskiparin John Dam, sáli, varð spurdur, hví hann ikki gavst meðan leikur var góður, heldur enn at satsa enn einaferð, og missa alt á stokkinum! Hann svaraði nakað soleiðis: "Skuldi eg siti her uppi í Hoyvík við 20 milliónum á bók? Hvat fanin er tað fyri lív?"
John, saman við sínum líkum, mundi metta mangt føroyskt heim, eins væl og okkara núlivandi slóðbrótarar gera tað í dag.
Eisini á Sjómannadegnum.
Gott A-Val!
Jonhard Danielsen, valevni Fólkafloksins
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald