Á bygdaráðsfundi 2. desembur var fíggjarætlanin fyri Hvalbiar Kommunu samtykt við 2. viðgerð.
Samlaða fíggjarætlanin fyri 2016 er kr. 35.648.000,-. ??treiðslurnar til rakstur eru kr. 23.848.000,-, harav útreiðslur til eldraøkið eru mettar til kr. 7.650.000,-. Inntøkurnar eru mettar til íalt kr. 27.138.000,-, harav inntøkur í sambandi við eldraøkið eru ásettar til kr. 7.308.000,-.
??treiðslurnar til løgur eru kr. 11.800.000,-, har tann størsta løgan er bygging av dagstovni kr. 8.500.000,-.
Skattaprosentið verður framvegis 20% og barnafrádrátturin kr. 6.000,- pr. barn. Niels Olaf Eyvindsson legði uppskot fram um at lækka skattaprosentið við 0,1%, men undirtøka var ikki fyri hesum.
Fíggjarætlanin varð einmælt samtykt, tað skrivar kommunan á heimasíðu síni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald