Politikkur

Ikki tikið avgerð um annan flokk enn

...

2015-09-10 15:23 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

KVF.fo skrivar: Annika Olsen, sum í gjár boðaði frá, at hon rýmir úr Fólkaflokkinum, hevur enn ikki tikið avgerð um at fara í annan flokk.

- Tað er ikki alt, sum sær dagsins ljós. Eg havi gjørt floksleiðsluna varuga við nøkur ting áðrenn eg tók meg úr Fólkaflokkinum, sigur Annika Olsen.

Hóast tað kom óvart á øll mikudagin, at Annika Olsen rýmir úr Fólkaflokkinum, varð avgerðin um at rýma úr Fólkaflokkinum ikki tikin í skundi, sigur hon við útvarpið.

- Tað var ikki rúm fyri míni áskoðan, men eg valdi at verða verandi, og vónaði, at tað kom ein broyting, segði Annika Olsen við útvarpið.

Les eisini:

Kom óvart á formannin

Eg taki meg úr Fólkaflokkinum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder