2016-06-14 12:53
Vágaportalurin visti í seinastu viku, at eitt Airbus 321neo flogfar skuldi seta seg leygardagin á flogvøllinum í Vágum, men var so útsett til í morgin.
Vit á jn.fo hava verið í samband við stjóran á Vága Floghavn, Jákup Sverra Kass. Jákup Sverri sigur við okkum, at tað ikki er vist at stóra flogfarið setur seg í Vágum í morgin. Um Airbus 321neo flogfarið setur seg í Vágum, so er tað tað størsta flogfar ið hevur sett seg á flogvøllin í Vágum.
Jákup Sverri sigur víðari, at møguliga kemur Airbus flogfarið í næstu viku. Flogvøllastjórin hevur ikki fleiri viðmerkingar um flogfarið.
Størsta flogfarið, sum higartil ið hevur sett seg í Vágum, er eitt flogfar hjá DAT av slagnum MD87, sum setti seg í Vágum tá sólarmyrkingin var í fjør.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald