2016-06-20 13:50
KVF: Politiið arbeiðir framvegis við teimum fýra fronsku trolaranum, sum Tjaldrið tók fyri at fiska á stongdari leið eystan fyri Fugloynna sunnumorgunin.
Trolararnir royndu, tveir og tveir, á einari leið, sum Fiskiveiðieftirlitið stongdi tann 13. juni, tí so nógvur ungfiskur var har.
Fiskiveiðieftirlitið hevur fylgisveinaeftirlit við fiskiskipum, og varnaðist tí tíðliga í gjáramorgunin, at fronsku skipini fiskaðu ólógliga.
Myndirnar niðanfyri eru tiknar í dag.
Kann enda í rættinum, les meira á KVF.fo her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald