Løgmansskrivstovan: Hans Gammeltoft-Hansen, kanningarstjóri, staðfestir, at tað er ikki grundarlag fyri at reisa ákæru móti løgmanni í málinum um Eysturoyartunnilin. Tað er greitt, nú niðurstøðan hjá kanningarstjóranum varð almannakunngjørd fyri løtu síðan.
-Ein byrða er lyft av mínum herðum. Fyrst av øllum fegnist eg um, at kanningarstjórin staðfestir, at tað rættarliga ikki er grundarlag fyri at fara víðari við málinum. Eg eri glaður um, at hvør steinur er vendur í málinum. Hetta hevur persónliga verið ein trupul og tyngjandi tíð, sum nú er av, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður.
Í umfatandi kanningini hjá Hans Gammeltoft-Hansen verður millum annað staðfest, at full lógarheimild var at gera sonevndu ???break-fee??? avtaluna við CIP, ið kostaði eina millión krónur. Eisini staðfestir kanningarstjórin, at løgmaður hevur røkt sína eftirlitsskyldu í málinum.
- Fleiri serfrøðingar og miðlar hava hartað meg fyri mín leiklut í sambandi við bæði mína eftirlitsskyldu og break-fee avtaluna. Kanningarstjórin staðfestir, at eg havi hildið mína eftirlitsskyldu og at break-fee avtalan hevði fulla heimild, vísir løgmaður á.
Hans Gammeltoft-Hansen mælir í niðurstøðu síni til, at Løgtingið endar málið um Eysturoyartunnilin við at geva løgmanni eina átalu fyri at hava brotið lóg um ábyrgd landsstýrismanna fyri at geva skeivar upplýsingar í Løgtinginum.
- Eg taki sjálvsagt átaluna til eftirtektar. Tað var og er framvegis mín fatan, at eg ikki gjørdi avtaluna við CIP. Eina avtalu, sum kanningarstjórin samstundis staðfestir var fult lóglig. Í sama viðfangi sigur kanningarstjórin í sínari niðurstøðu, at skeivu upplýsningarnir til Løgtingið hvørki vóru fyri at fjala eitt framhaldandi rættarbrot ella fjala eitt útint rættarbrot, sum kanningarstjórin málber seg. Hetta vil siga, at eg lat upplýsingar til Løgtingið eftir mínari bestu sannføring, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald