JN

Ikki eitt orð um Palliba og Marsannu

...

2016-08-02 20:08 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í løgmansrøðuni tosaði Løgmaður nógv um útisetar, sum vóru komnir heim til stóra vøksturin í Føroyum, men ikki eitt orð um øll tey, sum hava verið her í ringu tíðunum og skapt vøksturin, segði Jørgen Niclasen m.a. í tinginum í dag.

Her eru brot úr røðu, sum Jørgen Niclasen, formaður Fólkafloksins helt í løgtinginum undir umrøðuni av løgmansrøðuni.

- Vit hava í dag metlágt arbeiðsloysi, eina vinnu í stórari menning og avlop á fíggjarlógini. Fólk streyma aftur til landið. Eitt land í blóma.

- Løgmaður hevði tó ikki eitt orð um tey, sum skaptu hetta og ikki ein rósa til undanfarnu samgongu fyri væleydnaða politikkin.

- Tað er tungt og drúgt at byggja upp, men tað er lætt og skjótt at broyta niður. Her boðar løgmansrøðan frá vanda.

- Løgmaður tosaði nógv um útisetur, sum vóru komnir heim til tann stóra vøksturin í Føroyum. Tað var jú eitt av endamálunum við vøkstrinum. Men ikki eitt orð um øll tey, sum hava verið her í ringu tíðunum og skapt vøksturin.

- Hvar vóru Palliba og Marsanna í røðu løgmans, hesi sum hava slitið og strítt fyri at skapt framburð.

- Hvar er fiskimaðurin, hvørs arbeiðspláss skal seljast á uppboðssølu?

- Hvar er útisiglarin, sum valdi at búgva her og koma við tiltrongdum peningi til landi?

- Hvar er lærarin, útróðrarmaðurin, pedagogurin, sjúkrarøktarfrøðingurin, hondverkarin, sjálvstøðugt vinnurekandi?

- Ja, ein kundi hildi fram. Tey sum hava bygt upp og skapt vøksturin, ja, tey eru gloymd í løgmansrøðuni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder