Vinna

Ikki altíð so nemt at fara eftir ogn føroya fólks

...

2017-02-25 09:06 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Arctic Viking skal landa í Tromsø mánadagin.

Bjarni Petersen sigur: Vit hava ca 450 tons.

Langur túrur byrjaðu í Russiskum økið, men har drupu vit ikki livandi , sluppu ikki á økið har rækjur vóru

Síðan hava vit verið við Svalbard allan túrin, her var eisini sera vánaligt fiskarí, tó nakað betur nú í sístuni

Meðalprísurin er ca 27 kr haldi eg, prísurin á rækjum er nakað lækkaður. Vit hava góð 300 ts av kókaðum og rest er industri

Vit landa i Tromsø mánadagin

Fyrstu ferð vit sóðu sólina í 2 mánaðar var i fyrradagin

Ísur myrkur og kuldi og kolandi stormur hevur verið gerandisdagur her, nei ikki altíð so nemt at fara eftir ogn føroya fólks, eg vænti ikki hesi tonsini fáa hægsta boð á uppboðssøluni, sigur ein altíð væl upplagdur Bjarni Petersen.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder