Loysn á bústaðartrupulleikunum liggur beint fyri durunum - heildarognarpartar
Suðuroyar Sparikassi fegnast stórliga um fólkavøksturin í Føroyum. Og sum orðatakið sigur: ???Vandi erí hvørjari vælferð???.
???Eg havi fylgt neyvt við í almenna kjakinum um bústaðartrupulleikarnar í Føroyum, har iðsethúsaprísirnir eru nógv hækkaðir og útboðið er ov lítið. Í kjakinum verður m.a. ført fram, at neyðugtverður í skundi at byggja fleiri hundrað nýggjar bústaðir, eins og ljós verður varpað á at fleiri bústaðirstanda tómir kring landið. Men ein onnur loysn liggur eisini beint fyri durunum ??? ein loysn við nýtsluav verandi sethúsum, sum kann viðvirka til at skapa meiri dynamikk á føroyskabústaðarmarknaðinum. Loysnin ger tað møguligt hjá ungum familjum og støkum at seta føtur undiregið borð, geva eldri møguleikan fyri at vera búgvandi longri heima í kenda grannalagnum ogsamstundis fjálga sær um tilveruna. Loysnin fyri nøkur kann vera heildarognarpartar??? ??? sigur Søren L.Bruhn, stjóri í Suðuroyar Sparikassa.
Ein heildarognarpartur (???ideel anpart???) snýr seg um, at tveir eigarar eiga eitt og sama matrnr, men teireiga hvør sín heildarognarpart, sum teir óheft av hvørjum øðrum kunna selja og seta sum trygd fyriláni í bankanum. Hetta er rímuliga vanligt í td. Danmark, har ið fólk javnan selja og keypa eina???villalejlighed???.
Treytin fyri heildarognarpartar er, at eigararnir kunna semjast um brúksrættin til ognina, herundirviðlíkahald v.m. ??? hetta verður gjørt í einum samognarsáttmála. Ognin verður tí ikkisundurmatrikulerað. Víðari sigur Søren L. Bruhn at ???Suðuroyar Sparikassi við at varpa ljós áheildarognarpartar vónar at kjakið verður meiri fjøltáttað???, og vísir samstundis á at ???tað møguligaskal ein hugburðsbroyting til fyri lutvíst at loysa bústaðartrupulleikan við heildarognarpørtum???
Eigur tú td í dag eini sethús í tveimum hæddum, sum eru vorðin ov stór ??? men tú kundi samstundishugsað tær at blivið búgvandi í fyri teg kenda grannalagnum? So eru heildarognarpartar ein loysn.Harvið koma samstundis fleiri bústaðir út á marknaðin.
Suðuroyar Sparikassi fíggjar gjarna heildarognarpartar - eins og bankar gera aðrastaðni - á jøvnumføti við t.d. sethús, raðhús og eigaraíbúðir ??? tí heildarognarpartar víðka um bústaðarmarknaðin oggeva fleiri møguleikan fyri at búgva, virka og trívast í Føroyum.
Vágur, 2. oktober 2017
Søren L. Bruhn
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald