Ítróttur

ÍF-07Vestur 3-2

...

2013-09-23 02:10 Author image
placeholder

ÍF.fo skrivar:

Til dystin í dag byrjaðu vit við so at siga sterkasta liði. Bogi hevði ein smásnudd, so fyri hann kom Poul inn á miðjuna. Hóast sína unga aldur, er hann stak róligur og skilagóður leikari.

Vit byrjaðu sum eitt óløgi. Álopini skolaðu móti gestunum, og svartasta óhepni gjørdi, at vit ikki førdu. Henda leikliga yvirvág gjørdi helst, at vit blivu í so tryggir í egnum evnum ??? og blivu straffaði. Gestirnir fingu fríspark aftarlaga á vøllinum. Støðan í sær sjálvum var púra vandaleys, men okkara verja snorksvav. Við einari frálíkari sending, kom bólturin til Tór Ingar, sum hevði runnnið seg púra frían mitt framman fyri brotsteigin. Hann tók eitt trekk og hamraði bóltin í kassan. At vit eru aftanfyri er regulin heldur enn undantakið, so støðan nervaði als ikki okkara menn, sum dugdu væl at koma í góðar støður. Vengurnir/bakkarnir komu ferð eftir ferð aftur á baklinjuna og løgdu góðar bóltar inn brotsteigin hjá 07 Vestur, men antin fóru skotini/skallarnir uppum/framvið, ella tók verjan sær av bóltinum. Tað var stuttligt at síggja, hvussu væl til tíðir, at okkara menn funnu hvønn annan. Strevið gav eisini úrslit í 35. minutti, tá Clayton fekk bóltin serveraðan á 5 metrinum. Tryggur setti hann bóltin í mál til 1-1. Hóast leikliga yvirvág kendu vit okkum ikki heilt trygg, tí gestirnir lúrdu alla tíðina við mótálopum. Serliga vóru tað Tór Ingar, Panic og Camara, sum spældu væl. Tó skal einki takast frá hinum leikarunum hjá 07V, sum stríddust manniliga allan dystin. Hóast vit stýrdu spælinum, vóru gestirnir heldur ikki sørir, og meir enn einu ferðina var um reppið, at teir skoraðu.

Í hálvleikinum sást tú, at Poul ikki hevði tað so gott. Ryggskaðin, sum hann fekk í útidystinum í móti Linfield, spøkti aftur. Tá ið seinni hálvleikur byrjaði, varð Poul skiftur út. Inn fyri hann kom Áki.
Vit, ið høvdu vónað, at okkara menn fóru at vísa eins gott spæl, sum í fyrra hálvleiki, blivu skuffað. Miillum lítið og einki bar til. 07V pressaði okkum, og vit gjørdu fleiri mistøk. Skipaða vongspælið riggaði ikki so væl, og málmøguleikarnir vóru nógv færri. Men so bragdaði. Jan bleiv spældur 1-2 inni og brotsteiginum, og tá ið hann skuldi fara fram við einum 07V leikara, fór Jan um koll. Dómarin metti hetta vera brotsspark, og hesum tók ??ssur sær av. Við einum stak góðum og knallhørðum sparki, sendi hann okkum á odda. Men við sluppu ikki at sóla okkum so leingi. Vit blivu pressaðir í botn, tað í eftir var av dystinum. Fleiri ferðir vóru teir um reppið at skora. Og tað gjørdu teir so í 71. minutti. Teir fingu fríspark í vinstra borði. Bólturin kom við ferð inn í vælmannaða 16 meturin. Ein av okkara leikarum fekk høvdið á bóltin og sneiddi hann longur inn, har Gunleif Olsen við fínum skallara sendi bóltin í málið. Trýstið gjørdist enn sjónligari frá 78. minutti, tá ið Jann fekk seinna gula kortið. Við 10 monnum tevjaðu gestirnir blóð, og løgdu okkum undir eitt øgiligt trýst. Fyri at binda um heilan fingur og verja um eina stigið, tók venjarin Ara út, og setti Boga inn. Í 85. minutti mátti Jákup út við skaða í knæum, og Hallgrím bleiv tveittur fyri leyvurnar. Vit vóru kringsettir. Komu neyvan fram um miðuna. Gestirnir sóu møguleikan at vinna, og hevði tað ikki verið fyri ein stórspælandi Hallgrím, taptu vit. Ikki tí, allir menn stríddus væl, men tvær ferðnar komu gestirnir fríir, men Hallgrím stórbjargaði. Floyta dystin av, dómarin, mundi mangur av okkum hugsa, tí illa stóð til. Og so hendi tað, sum fá av okkum hevði droymt um. Gestirnir høvdu tveitt alt fram, og av somu orsøk vóru stórir partar av teirru helvt mantóm. Vit vunnu bóltin langt afturin á okkara helvt ??? og so gekk skjótt fyri seg. Bólturin bleiv spældur fram á miðuna, og fekk Áki gott pláss at renn fram í høgra borðið. Eingin kláraði at fylgja við honum, og komin fram móti 16 metrinum, spældi Áki bóltin til Nenad, sum hevði runnið framvið. Hóast tað nú var trongt inni 16 metrinum, sneiddi hann fram við fleiri spælarum, og við einum dreymahøggi knallaði Nenad bóltin í málið. Um frøðin var stór? Tað kanst tú ætla, men har stóðu eisini fleiri og bara gapaðu av bilsni ella sálarligu møði, tí hetta hevði als ikki verið gott fyri veikar sálir.

Minuttin seinni var dysturin av, og Albert og Dánjal høvdu fingið fína føðingardagsgávu.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder