2016-01-03 01:30
Tað gjørdist ÍF sum vann stríðið um Eysturoynna í mansflogbólti, eftir at teir í dag vunnu 3-0 á Ternuni í halvfinaluni í steypakappingini í flogbólti. Dysturin var í Høllini á Hálsi í Havn.
Men tað var ikki uttan stríð. Nýggja liðið í EIK-liguni stríddist sum úlvur í skóg um hvønn bólt, og javni settmunurin próvar eisini hetta. Men í seinasta enda vóru tað nógvu royndirnar hjá ÍF í slíkum dystum, sum avgjørdu settini og endaliga úrslitið.
Settini endaðu 25-21, 25-23 og 25-21.
Sostatt spæla ÍF og SÍ finaluna hjá monnum aftur í ár. SÍ vann hina finaluna móti Fleyr fyrr í dag trygt 3-0. Steypafinalurnar hjá bæði kvinnum og monnum verða leiktar á Høllini á Hálsi 20. februar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald