2014-12-12 05:51
Predrag var valdur til ársins spælara hjá Miðvágs Bóltfelag í ár, hann skrivaði undir sáttmála við MB fyri góðum mána síðani, tað var tann 8. november at MB og Predrag skrivaðu undir sáttmála. Nú hevur ÍF so fingið fatur á málverjanum frá MB, upplýsir Miðvágs Bóltfelag fyri JN.fo í kvøld. Predrag Markovic er 37 ára gamal og kemur úr Serbia.
Sambært faroesoccer.com kom Predarg til Føroyar at leika við TB í 2005, síðani hevur hann leikt við Skála, B71, AB, HB, Giza Hoyvík, MB og nú skal hann so leika við ÍF komandi kappingarár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald