Fyri at lýsa støðuna nærri, ynskir Ide Møblar at gerða hesar viðmerkingar til málið um nýtt graslíki til vøllin í Hoyvík, sum hevur verið frammi í fjølmiðlunum síðstu dagarnar.
Tá innkomnu tilboðini til Tórshavnar Kommunu vóru latin upp
mánadagin 15 august 2016 hjá LBF, var greitt staðfest at Ide Møblar, sum
einasti føroyska felagið, við heimstaði í Tórshavnar Kommunu, hevði 2 tey
lægstu tilboðini, á kr. 1.999.000 og kr.2.299.000. Hesi tilboð vóru 889.320 kr.
bíligari enn høvuðstilboði frá øðrum
veitara og kr. 683.970 bíligari enn alternativ tilboðið frá øðrum veitara.
Tí er tað sambært Birgir Andreasen eisini rætt, at
Tórshavnar Kommuna sparir munandi av peningi at taka av bíligasta tilboðnum frá
Ide Møblum.
Tilboðið frá okkum var ikki einans bíligast, men DOMO
vallirnir eru frá størsta graslíkis framleiðaranum í Evropa, sum eru sokallaðir
FIFA Preffered Producer, sum merkir hægstu FIFA góðkenning. Ide Møblar hevur
t.d. lagt somu vøllir, ið tilboðið byggir á, í millum annað Gøtu og Tvøroyri
við sera góðum royndum. Allir vøllirnar sum Ide Møblar hevur veitt, hava fingið
fullað góðkenning og útgoldnan stuðul frá FSF. Ide Møblar hevur harumframt seinastu mongu árini
veitt hópin av graslíkisvøllum runt um í øllum Føroyum, har allir vøllirnir eru
góðkendir av FSF.
Ide Møblar og DOMO 10 ára garanti uppá nýggja vøllin og
bjóðar eitt árligt skipa eftirlit og viðlíkahald av vøllinum.
Vit vóna tí at Tórshavnar Kommuna hesu ferð vil taka av
bíligasta og besta tilboðnum frá føroyska felagnum Ide Møblar, sum annars er
ein fyritøka, sum hevur virkað í kommununi í heili 37 ár.
Tí harmar tað okkum almikið, at politikkur er komin uppí
málið og at tað nú skal verða sagt, at annar veitari enn Ide Møblar kanska
hevur eitt bíligari tilboð. Hetta er ikki rætt, sambært teimum prísum, sum vóru
almannakunngjørdir á licitatiónini síðsta mánadag.
Vit vænta eitt positivt svar frá Tórshavnar Kommunu og vænta
at kommunan tekur av tilboðnum frá okkum, sigur Birgir Andreasen at enda.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald