Havfrøðibókurin hjá ICES (Working Group on Oceanic Hydrography, WGOH) hevði fund í síðstu viku í San Sebastian, Spania. Eitt av endamálunum hjá bólkinum er at gera niðurstøðu um havfrøðiligu støðuna í Norðuratlantshavi fyri farna ár. ??rslit og niðurstøður hjá limalondunum verða samansjóðað í eini rapport (ICES Report on Ocean Climate - IROC), sum væntandi kemur út seinni í ár. Í ár er ætlanin, at úrslitini eisini skulu verða at finna á heimasíðuni hjáIROC, so hvørt tey eru tøk.
Ein av fyribils niðurstøðunum á fundinum er, at sjógvurin í ovaru løgunum í Norðuratlantshavi framvegis er rættuliga heitur, men at saltinnihaldið nógvastaðni er lækkað niður á miðalstøði. Hetta er ikki vegna broytingar í subpolara meldrinum, men heldur tí at sjógvurin í hesum meldri er blivin feskari tey síðstu árini. Hendan broyting sæst eisini á okkara leiðum og nakað norður í Norska hav.
15 fólk vóru á fundinum, umboðandi 11 ICES limalond. Á fundinum tóku nýggjar forkvinnur við ??? tað eru Sarah Hughes umboðandi Marine Scotland Science í Skotlandi og Karin Margretha H. Larsen fyri Havstovuna. Formenn/kvinnur í ICES arbeiðsbólkum sita vanliga í 3 ár. Meiri er at lesa um WGOH arbeiðsbólkin her.
Kelda: hagstovan.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald