Ítróttur

Í vetur hevur 07 Vestur vunnið fleiri heiðursmerki í Futsal-kappingini hjá FSF

...

2019-02-06 16:59 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Eitt av tilboðunum í menningarætlanini hjá 07Vestur er Futsal. Vit halda at futsal kappingarnar, sum FSF hevur skipað fyri í nøkur ár fer at lyfta tað tekniska støðið í føroyskum fótbólti.

Í Futsal spælir man við einum øðrvísi bólti. Eyðkenni fyri bóltin er, at hann er lítil, vigar tað sama, sum ein vanligur bóltur, og hevur eitt bleytari innihald, sum ger, at bólturin hoppar ikki, og tí er nemmari at temja. Vøllurin er ein hondbóltsvøllur, har spælt verður við 4 útileikarum og einum málmanni. Hvønn týdning Futsal hevur havt fyri menningina av fótbólti kann ikki virðismetast nóg høgt. Nógvir av teimum allarbestu brasiliansku spælarunum, so sum Pelé og Neymar, byrjaðu við Futsal. Tað er ikki óvanligt í Brasilia, at børn bert spæla futsal til tey eru tannáringar, nústani tá byrja tey uppá vanligan fótbólt. Futsal gevur spælarum betri teknik, spælið gongur skjótt, og tí stimbrar tað eisini spælskilið.

07Vestur hevur í løtuni eitt tilboð, sum er morgunvenjingar fyri øll børn frá U9 ??? U15. Morgunvenjingarnar eru mána- miku- og fríggjadag. Mikudag eru venjingarnar í Sørvági, og hinar morgnarnar á Giljanesi. Venjingin er frá 0630 til 0745. Fríggjadag verður eisini vant á Giljanesi seinnapartar, U9 og U11 venja kl. 1400, U13 ??? U15 venja kl. 1500, og U7 venja kl. 1600.

U9 og U11 dreingir og U13 gentur vunnu gull. U13 dreingir vunnu silvur og U11 gentur vunnu bronsu.

U9 dreingir, í aldrinum frá 5 ár ??? 8 ár, vóru mannaðir við dreingjum úr Sandavági og Miðvági, umleið helvt um helvt. Har hava allir verið við til futsal venjingar í vetur. Vit høvdu tvey lið í finalu- bólkinum. Tað gleðiliga er, at vit til síðstu venjing eisini høvdu leikarar úr Sørvági.

U11 dreingir eru mannaðir við dreingjum úr øllum teimum stóru bygdunum í oynni. Har hava teir flestu luttikið í Futsal venjingum tey síðstu tvey árini. Teir U9 leikararnir, sum eru mest mentir, hava eisini verið við í U11 hópinum. Vit høvdu tvey lið við kappingini.

U13 gentur eru eisini mannaðar úr øllum teimum stóru bygdunum í oynni, og onkur teirra hevur røtur í Vatnsoyrum eisini. Eyðkenni fyri genturnar er, at tær ikki hava vant nógv fótbólt í vetur, partvís tí at tær eisini íðka annan ítrótt. Tó eru tað nakrar, sum bæði hava vant úti, og verið til morgunvenjingar.

U13 dreingirnir vunnu silvur. Hetta er tann aldursbólkurin, sum saman við U15, er komin longst í menningini. Hesir leikararnir hava siðstu árini verið sera ágrýtnir, og vit eru spentir uppá, hvussu tað fer at gangast teimum komandi árini.Teir taptu tepurt 1-0, sum átti at koppa til okkum. U13 dreingir eru í mestan mun mannaðir við dreingjum úr Sandavági, men har eru eisini tveir leikarar úr Sørvági, sum hava vant nógv. U13 dreingirnir hava eisini fingið hjálp frá U11 hópinum.

U11 gentur vunnu bronsu. Tær koma allar úr Sandavági, og tær hava verið sera ágrýtnar í vetur, so bronsuheðursmerkið var teimum væl unt. ??rslitið hevði kanska verið betur, um tær møttu til allara kappingarnar.

Vit fegnast um tey góðu úrslitini, og vit gleða okkum til at hava nógvar stuttligar og gevandi venjingar saman við hesum røsku børnunum í framtíðini, samstundis, sum vit gleða okkum til at fáa enn fleiri børn og ung við í 07Vestur hópin. Ungdómsvenjararnir

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder