2021-07-10 09:18

Í gjár vóru hvalbingar í royting í Lítlu Dímum, teir høvdu ein fantastiskan dag í dýrdarveðrið.
Við vóru 23 fólk uppi til rakstur og tríggir í bátunum.
Hóast lítla manning gekk raksturin heilt ok.
Inni vóru 203 ær og 25 veðrar- samlað 228 gamlir seyðir. Lombini vóru 148.
Mett var at 50 ærseyðir sluppu og eini 30-40 lomb.
Av teimum 41 gimbrunum teir keyptu og sleptu í oynnað, vóru 33 inni, nakrar sóu teir sleppa, so tær hava samanumtikið klára veturin og várið heilt gott.
25 veðrar vóru inni harav ein Dímunarveðrur - so av 28 veðrum, ið teir sleptu út vóru 24 inni, allur seyðurin fekk heilivág, sigur Róin Schrøter.
Róin takkar fyri ein góðan dag.
Myndirnar eru frá Heina Hanusarson.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald