Vinna

Í nátt fór plattur nr. 200.000 ígjøgnum framleiðsluna á Varðanum Pelagic

...

2015-10-23 23:14 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í nátt fór plattur nr 200.000 ígjøgnum framleiðsluna á Varðanum Pelagic og inn á stóru frystigoymsluna.

Tað vil siga at síðani Varðin Pelagic byrjaði sítt virksemi á sumri í 2012 eru tað farnir 200.000 plattar av fiski ígjøgnum virkið.

Plattur nr 200.000 var ein plattur av sild frá Tróndi í Gøtu.

Framleiðslan á Varðanum Pelagic er, makrelur, sild, svartkjaftur, lodna og eisini er koyrt eitt sindur av rossamakreli og gullaksi síðani byrja var í 2012.

Størsta nøgdin av fiski verður heilfryst, men verður eisini nakað avhøvda og eisini verður eitt sindur skorið til flak.

Vektin á plattunum liggur millum 1250 og 1500 kg.

Fiskurin verður í størsta mund fluttur við frystiskipum og frystibingjum til Ruslands, Nigeria og Japan. Men eisini onnur lond fáa vøruna frá Varðanum Pelagic

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder