Vinna

Í morgin byrjar íverksetanarráðstevnan

...

2015-08-14 21:13 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í morgin byrjar íverksetanarráðstevnan

Ráðstevnan fyri íverksetara-áhugaðið byrjar í morgin klokkan 13, har dagurin bjóðar íblástur og ráðgeving til tey ið ganga við einum góðum hugskoti, ella tey, sum bert eru forvitin.

Hetta verður fjórðu ferð ráðstevnan verður hildin, sum ungi íverksetarin Halgir Winther Nagata fyrstu ferð tók stig til í 2012.

"Eg valdi at skipa fyri íverksetanarráðstevnuni fyrstu summarferiuna eg var í Føroyum, aftaná eg varð fluttur til Danmarkar at lesa. Síðani tá havi eg luttikið á nógvum tiltøkum í Keypmannahavn og aðrastaðni, og royni at taka tað, eg læri, við mær aftur til hetta tiltakið hvørt summar," sigur Halgir. Fyrr í ár varð hann eisini bjóðaður at fyrireika TechBBQ, størsta startup ráðstevnan í Danmark nakrantíð.

Nebula íverksetanarráðstevnan bjóðar framløgur, vegleiðing og netverking, ið alt skal verða við til at hjálpa luttakarum á vegnum frá hugskoti til veruleika. Tað er ókeypis at luttaka á ráðstevnuni, sum verður í morgin klokkan 13 í Reinsarínum í Tórshavn. Tilmelding er á heimasíðuni www.nebula.fo ella við dyrnar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder