2015-06-05 18:23
So eru niðurteljingin til HM í estetiskum fimleiki av álvara byrjað, og nú eru fyrstu liðini komin til landið.
Tilsamans 44 lið úr 13 londum verða við í HM-kappingini, sum byrjar kl. 13.00 leygardagin í høllini á Hálsi og heldur fram kl. 14.00 sunnudagin.
Atgongumerkir hava verið til sølu áfimleikur.foogbilletnet.dkfarnu vikuna, og áhugin er sera stórur. Líkt er til, at útselt verður.
Pláss er fyri 1.130 áskoðarum í høllini á Hálsi. Høllin varð roynd í sambandi við FM farna vikuskifti og riggaði sera væl.
HM-kappingin í estetiskum fimleiki er størsta kappingin, sum eitt einstakt sersamband undir ÍSF hevur skipað fyri í Føroyum.
Sum ítróttatiltak er kappingin næststørsta tiltakið eftir oyggjaleikirnar í 1989. Fyrireikingarnar hava verið drúgvar, men eru nú komnar undir land.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald