Politikkur

Í mesta lagi 30% skatt

...

2015-08-28 23:02 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Vit í Fólkaflokkinum vilja veita øllum lág og miðalinntøkum ein skattalætta. Umframt tað vilja vit, at eingin lág ella miðalinntøka skal rinda meir enn 30% í skatti. Tí segði formaður Fólkafloksins beinanveg í fyrsta formansumfarinum: "Miðal og láglønt skulu ongantíð rinda meir enn 30% í skatt, takk."

Hetta hava vit eisini skrivað í okkara valskrá og í øðrum lýsingum annars.

Tjóðveldi er týðiliga desperat. Tí royna tey nú at tekna skattalættan hjá Fólkaflokkinum, sum eina skattahækking til láglønt. Hetta er ikki rætt. Til dømis roynir Tjóðveldi at fáa ???Vit vilja, at eingin lág- og miðalinntøka skal skattast meira enn 30%.???, til at ljóða sum ???Vit vilja, at allar lág- og miðalinntøkur skulu skattast 30%???. Hetta er ósatt.

Vit í Fólkaflokkinum vilja veita ein skattalætta til lág og miðallønt, ein lætta sum munar. Vit vilja at eingin lág ella miðalinntøka skal rinda meir enn 30%. Tað er okkara mál og vit meina tað.

Og tá Fólkaflokkurin sigur tað - so meina vit tað.

Við vón um meir siðuligt valstríð.

Tummas Larsen

Valevni Fólkafloksins.???


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder