JN

Í meir enn helvtini av av øllum húskjum búgva bara eitt ella tvey fólk

...

2014-04-20 19:11 Author image
placeholder

 

Í meir enn helvtini av av øllum húskjum búgva bara eitt ella tvey fólk, tað skrivar Hagstovan.

Føroysku húskini eru sera ymisk til støddar, men hóast tey í evropeiskum høpi eru stór, er støðan samanumtikið tó tann, at í meir enn helvtini av øllum húskjum búgva bara eitt ella tvey fólk.

Í fyrstu myndini sæst, hvussu húskini eru býtt í tali millum økini kring landið. Hetta fylgir sjálvsagt nøkulunda býtinum í fólkatali millum økini og vísir, hvussu nógv Suðurstreym vigar við gott 7.000 av teim 17.441 húskjunum í Føroyum.

Eitt einfalt miðaltal fyri støddina á húskjunum er at býta húskistalið upp í fólkatalið. Tá fáa vit eina miðal húskisstødd sum miðal tal av fólki fyri hvørt húski. Í myndini niðanfyri sæst, hvussu hendan miðal húskisstøddin er kring landið.

Nú sæst, at nakað av muni er á húskisstøddini í ymisku økjunum. Størst er hon í Eysturoy við 3,0 fólkum fyri hvørt húski og minst er hon í Sandoy við bert 2,6 fólkum fyri húskið.

Sum nevnt omanfyri eru nógv húski, hara bara eitt ella tvey fólk búgva. Á myndini niðanfyri sæst, hvussu øll húski eru býtt eftir, hvussu nógv fólk búgva í hvørjum húski. Í heili 4.500 húskjum, ella 26% av øllum, býr bara eitt fólk. Og í størsta bólkinum við 4.700 húskjum búgva bara 2 fólk í hvørjum húski. So er langt niður til hinar húskisstøddirnar við trimum og fleiri fólkum. Sjáldsamt má tað sigast at vera at búgva sjey ella fleiri fólk í húsi, tá hesi húskini bara eru 239 av øllum 17.441.

Í talvuni niðanfyri eru savnað høvuðstølini um húskisstøddir og býtið millum økini í landinum.

Stórar broytingar í húskisstøddum frá 1977 til 2011

Í tey 34 árini, sum eru farin síðani seinastu fólkateljingina í 1977, eru húskisviðurskiftini nógv broytt. Tá var nógv minsti parturin tann við einum fólki í húskinum - enntá nógv minni enn parturin við 6 fólkum og fleiri. Hetta sæst sera væl á myndini niðanfyri, ið vísir hvussu tað er vent upp og niður millum ymisku húskisstøddirnar.

Í 1977 vóru tað bert 31% (13+18) av húskjunum, har eitt ella tvey fólk búðu. Í 2011 var hetta talið 53%, sum nevnt frammanfyri.

Í hinum endanum við seks fólkum og fleiri vóru tað 18% av húskjunum í 1977 og bert 5% í 2011. Tølini eru útgreinað í talvuni niðanfyri.

Samanfating av broytingini frá 1977 til 2011 sæst í myndini niðanfyri, har miðalhúskisstøddin er minkað frá 3,7 fólkum í hvørjum húski í 1977 til 2,8 í 2011.

Føroysku húskini millum tey størstu í Europa

Hóast tað ikki ljóðar av nógvum, at vit bert eru í miðal 2,8 fólk í hvørjum húski, so er hetta ikki so lítið kortini í evropeiskum høpi. Sambært Eurostat eru tað bert tvey lond í Evropa, har húskini í miðal eru størri enn í Føroyum, nevnliga tey eysturevropeisku Bulgaria og Rumenia við 2,9. Síðan eru Føroyar og fýra onnur lond við 2,8, og so minkar tað stigvíst niðureftir. Í Íslandi eru tað 2,4 fólk í miðal í húskinum. Finnland, Svøríki og Noreg liggja niðri á 2,1 og niðast av øllum liggja Danmark og Týskland við í miðal 2,0 fólkum í hvørjum húski.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder