Í gjárkvøldið var stóra poppveistlan á Summar Festivalinum, tá ið Mika hevði sína framførslu. Í kvøld verður tað eitt ordans rockshow á Vágsbøi, tá ið amerikanskar rocklegendur fara at syngja síni størstu hitt.
Joe Lynn Turner, sum var við í eitt nú Rainbow, Bill Champlin, sum sang í Chicago, Bobby Kimball, sum var við í Toto, og Robin Beck, ið hevur verið kend sum solistur, fara at hava framførslu undir navninum ???Legends ??? Voices of Rock???. Tey fara at syngja stór hitt sum Hold The Line, Look Away, Street Of Dreams og I Surrender. Konsertin verður í kvøld kl. 22.00.
Á Summar Festivalinum í kvøld ber eisini til at hoyra bólkar sum Flamma, Tinganest, Jens Marna, Evi, Boys In A Band, Quarter To Three, Karl Martin Samuelsen, Monkey Rat og fleiri.
Fyrsta framførslan á Summar Festivalinum í dag verður á Torginum kl. 19.00, tá ið týska Lisa Kaisinger og føroyska Asta Højgaard fara at syngja og spæla.
Kelda: summarfestival.fo
Mentan
Í kvøld verður stóra rockshowið
...
2013-08-10 00:09
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald