Ítróttur

Í kvøld var kappast í criterium - myndir

...

2015-07-02 04:16 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Fjallasúkklarnir skuldu í kvøld súkkla criterium, súkklast skuldu 45 min, og so trý umførð afturat. 

Tá súkklarnir høvdu súkklað eina rundu eftir startin, tóku dómarnir avgerð um, at tað skuldi byrjast umaftur. Tað sást væl, at Helgi W. Olsen brúkti nógva orku at koma so langt fram sum møguligt í fyrra startinum, men tær kreftirnar vórðu brúktar til onga nyttu, av tí at dómarnir valdu at tað skuldi byrjast umaftur. 

Tá ið byrjað var seinnu ferð, kom Helgi at liggja ca. nummar 10, og hann helt støðuna allan vegin á mál. Kári Brattaberg og Hilmar Hansen lógu miskeiðis í feltinum. Sigmund Olssen og Jógvan Højgaard lógu í aftara endanum av feltinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder