Mentan

Í kvøld spælir Roxette á Vágsbøi

...

2015-08-07 21:55 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Svenski superbólkurin tekur í kvøld Summar Festivalin við øllum sínum heimshittum


Størsta einstaka konsert, ið nakrantíð hevur verið í Føroyum, verður væntandi á Summar Festivalinum í kvøld.

Svenski poppbólkurin Roxette tekur Vágsbø við øllum sínum heimshittum, og spenningurin er sera stórur til framførsluna.

Roxette ferðalagið kom til Føroya í øllum góðum í gjár, og nú verður gjørt klárt til stóru konsertina á Vágsbøi í kvøld.

Roxette hevur seinasta árið ferðast um allan heimin, og tey vildu sera fegin sleppa til Føroya at spæla eisini. Samband hevur verið millum Summar Festivalin og Roxette ígjøgnum fleiri ár, og tað var sjálvsagt, at Roxette kom á landsins størsta tónleikatiltak at spæla.

Í kvøld spæla eisini bólkar sum Frændur, Swangah, Guns4Sale, Sakaris, Signar í Gomrum og Hans Andrias á Summar Festivalinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder