Politikkur

Í hernað móti happing á dagstovnum

...

2016-03-09 10:36 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Ráðstevnu um happing fyri námsfrøðilig starvsfólk verður í Tórshavnar Kommunu í døgunum 26. til 28. apríl.

Nýggj kanning vísir, at happing framvegis er alt ov vanligt í fólkaskúlanum.

Tað er umráðandi, at vit í Tórshavnar Kommunu tryggja null-toleransu í mun til happing bæði í skúlunum og á dagstovnum. At vit seta okkum sum mál, at eingin happing verður á skúlum og á dagstovnum í kommununi yvirhøvur.

Allir lærarar í landinum hava arbeitt við hesum vandamáli, og nú eiga starvsfólkini á dagstovnunum tørn.

Tí eru stig tikin til, at Barna- og ungdómsdeildini hjá Tórshavnar kommunu skipar fyri ráðstevnu um happing fyri starvsfólkum á dagstovnum. Ráðstevnan ella skeiðið verður skipað yvir fýra dagar, so at so nógv starvsfólk sum til møguligt - helst øll - kunnu luttaka.

Ein týðandi avbjóðing hjá starvsfólkunum á dagstovnaøkinum er førleikamenning, og at ogna sær innlit í nýggja vitan og ástøði.

Nógv er granskað, hvussu vit fyribyrgja og basa happing og happingarmentan á stovni og í skúlum. Nú verður skipað fyri at okkara starvsfólk á dagstovnum fáa innlit í nýggja vitan og nýggjar royndir.

Einki er meira lemjandi fyri eitt barn og framtíð tess, enn at hava verið fyri happing á barna- og ungdómsárum. Og tað er okkara alra ábyrgd, at fyribyrgja at happingarmentan fær fótin fyri seg á dagstovnum og skúlum. Tí eri eg spent uppá hetta átak, har allir námsfrøðingar í kommununi fáa høvi at læra og at skifta orð um hetta týdningarmikla evnið.

Skeiðsdagarnir verða frá 26. til 28. Apríl í Dansifrøði.

Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentamálanevnd Tórshavnar Býráðs

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder