Í fleiri ár hava avbjóðingarnar á Suðuroyarleiðini verið viðgjørdir. Fólk, sum sigla á Suðuroyarleiðini, vísa javnan á avbjóðingarnar. Leiðslan á Strandfaraskipum Landsins hevur í fleiri umførum víst á, at neyðugt er við einum tiltaksskipi um Suðuroyarfjørð. Og frá landspolitiskari síðu hevur verið víst á, at ein loysn er neyðug.
Kanska er tíðin komin til at gjørt verður sum fyri smáum 40 árum síðani, at farið verður hurð av hurð kring landið við tí endamáli at fáa fólk og fyritøkur at seta pening í eitt nýtt reiðarí, sum skuldi sigla við ferðafólki og farmi um Suðuroyarfjørð og sigla við ferðafólki millum Suðuroynna og Skotlands.
Upplagt er, at talan verður um eina samanrenning millum privat og alment, soleiðis at Landið eisini kemur at eiga ein part av skipinum, tí tað skal í innanoyggja sigling. Á skipsteknisku síðuni hava bæði Strandfaraskip Landsins og Smyril Line førleikar og royndir á økinum og kunnu røkja týðandi skipstekniskar uppgávur.
Í almenna rúminum verður ofta tosað um ???win-win støður??? ??? lítið er at ivast í, at við at keypa eitt skip, sum kann loysa kapacitets-trupulleikan um Suðuroyarfjørð og samstundis sigla við ferðafólki millum Suðuroynna og Skotland hevði verið ein ???win-win støða??? fyri bæði Suðuroynna og landið sum heild.
Dennis Holm
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald