2016-02-20 20:29
07Vestur.fo skrivar: Seinni dysturin á venjingarleguni hjá 07 Vestur er júst av. Á Eiðinum vunnu okkara leikarar 2-1, eftir at hava verið aftanfyri í hálvleikinum. Sølvi og Holgar skutu okkara mál.
Byrjanaruppstillingin:Ivan Stojkovic; Jóanis á Steig, Sigtór A. Petersen, Gunleif Magnusarson, Fríði S. Joensen; Hørður H. Johansen, Petur G. Dalbø, Martin Tavsen, Jákup S. Olsen; Holgar Durhuus; Bjarni Dalsgaard.
Eyka (allir komu inn):Uni F. Nielsen, Hørður Egilsson, Niels Mouritsen, Hanus Nielsen, Rói Hansen, Sølvi Egilsson, Torstein Mýlingstind, Solomon Kwao, Teitur Olsen
Líkindini í dag vóru rímilig, tó darvaði vindurin spælinum nakað. Heimaliðið kom framum í fyrra hálvleiki, men vit skutu tvey mál í seinna: Holgar uppá langskot og Sølvi eftir innlegg.
Seinnapartin verður so farið í skjóttgangandi bátar á og síðan í Pálshøll, áðrenn ein góð máltíð er á skránni. Ferðalagið kemur norðuraftur í morgináðrenn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald