JN

Í dag fingu 12 skiparar og 6 skipsatstøðarar prógv á Sjónámi

...

2017-06-23 20:47 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í dagfingu 12 skiparar og 6 skipsatstøðarar prógv á Sjónámi. Harumframt tóku 4 teirra dugnaskaparprógv í sigling.

Skiparar

Nøvnini ovast frá vinstru eru fylgjandi:

Walter Eysturdal Nysted, Petur Langgaard, Barður Hovsgarð, Regin Sivertsen, ??li á Gravarbø, Marius Gunnarstein Syderbø, Heri Vang, Bergur Petersen, John Viljam Johannesen, Jón Magnusson, Gunnar Viðoy Staksá og Andrias Sirdal.

Gunnar Viðoy Staksá fekk gávu frá Norðoya Sparikassa fyri besta avrik við miðaltalinum 10,3 til skipara. Harumframt fekk Jón Magnusson gávu frá Banknordik fyri stóra hjálpsemi sítt í flokkinum. Allir skipararnir fingu gávu frá Føroya Skipara- & Navigatørfelag.

Skipsatstøðarar

Nøvnini frá vinstru eru fylgjandi:

Oddur Simonsen, Niklas Reinert Højgaard, Jónathan Olsen, Kristian Martin Joensen, Benjamin Vijay Lisberg og Daniel í Lágabø.

Niklas Højgaard fekk gávu frá J.F.K Trol fyri besta avrik við miðaltalinum 10,8 til skipsatstøðara. Harumframt fekk Niklas gávu frá Betri Banka fyri stóra hjálpsemi sítt í flokkinum.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder