Ítróttur

Í dag fellir avgerðin

...

2013-08-25 14:32 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder
Í dag feliur avgerðin, um hvør vinnur landsdystin millum Ísland og Føroyar í súkkling. Súkklararnir skulu súkkla Bláfjøll 3 ferðir, tilsamans verður tað 1000 hæddarmetrar, teinurin liggur um 45 km.
Alt byrjaði væl hjá teimum føroysku súkklarnum, Jóanis Albert Nielsen legði seg á odda í býarkoyringini. Aftaná fyrsta dagin førdu teir eisini í landsdystinum, men í gjár mistu teir - sjálvt um teir fingu bæði Torkil Veyhe og Dáva Magnussen á sigurspallin. Nú eru teir 4 min aftanfyri í landsdystinum. Jóanis Albert misti føraratroyggjuna til Árna Már Jónsson í gjár.

Trýst her og les at Hafsteinn vann landavegsúkklingina.

Trýst her og les at Jóanis Albert vann býarsúkklingina.

Liðakeppni

SætiLiðCriterium??ingvellirBláfjöllSamtals
1ÍSL2:27:245:24:25
7:51:49
2TSF2:27:145:28:26
7:55:40
3Hjólamenn2:31:115:39:41
8:10:52
4Team Bad Boys2:39:145:55:23
8:34:37

10 ferðir hava Føroyar og Ísland kappast, um hvat land er betri í súkkling.
2003 vann Føroyar.
2004 vann Føroyar.
2005 vann Ísland.
2006 vann Føroyar.
2007 vann Ísland.
2008 vann Ísland.
2009 vann Ísland.
2010 vann Ísland.
2011 vann Ísland.
2012 vann Ísland.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder