Í dag eru tað 52 ár síðani, at sjóøkið Føroya varð víðkað til 12 fjórðingar. Talan var um eina stórhending, og gekk tað ikki heilt friðarliga fyri seg við havnastongsul í Bretlandi, sum um tað mundi var ein sera týdningarmikil marknaður fyri Føroyar. Í dag munnu flest nokk verða samd um, at tað var rætt ikki at geva eftir krøvunum hjá hesi o.ø. grannatjóðum okkara. Henda hending minnir ikki sørt um handilstiltøkini hjá ES á sumri 2013.
Endamálið við at byrja gerðarrættarmálini móti ES var ikki einans at tvinga ES til samráðingarborðið men somuleiðis at syrgja fyri, at hetta var fyrsti og síðstu ferð, at ES skuldi loyva sær at nýta hesa heimildarreglugerð, móti Føroyum eins væl og móti øðrum londum.
Ongantíð áður hava tað verið nógvar ósemjur um felags umsitingarætlanir av ferðandi fiskastovnum, sum vit hava sæð seinastu trý árini. Hinvegin verður heimildarreglugerðin ikki so mikið sum tikin upp á tungu av ES myndugleikum. Leikirnir fara nú fram í samráðingum. Báðar hendingar eru dømi um týdningin at skynja politikk, ikki minst uttanríkispolitikk, á langskygdaðum atlitum og ikki altíð lata løtuvinning ráða, tað skrivar Bjørn Kunoy á Facebook.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald