Lukas Graham spælir á landsins størsta tónleikatiltaki í kvøld
Í kvøld kl. 20.00 verður fyrsta konsertin á ársins Summar Festivali. Annika Malunardóttir fær heiðurin at seta hol ársins Summar Festival, og í kvøld verða eisini konsertir við Lukas Graham, Marius, Kristel Lisberg, Byrta og Hanus G. Johansen.
Hetta er tólvtu ferð, at Summar Festivalurin verður hildin. Festivalurin í Klaksvík hevur ment seg til at verða størsta tónleikatiltak í landinum, og aftur í ár verður roknað við sera nógvum fólki.
Stóra navnið á skránni í kvøld er poppsangarin Lukas Graham, sum er eitt tað heitasta navnið á okkara leiðum í løtuni. Lukas Graham spælir á Vágsbøi kl. 22.00 í kvøld.
Fyrireikararnir heita á fólk um at fáa sær armband á handliðið í góðari tíð, tí vanliga eru bíðirøðir at sleppa inn á festivaløkið, tá ið fyrsta stóra konsertin verður. Armbond fáast á Torginum í SMS í Havn, Telebúðini í Klaksvík og hjá Norðoya Sparikassa í Klaksvík og í Fuglafirði.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald